Vit hava sera drúgvar og góðar royndir við at skipa fyri starvsfólkaútferðum í Norðoyggjum og í Vágunum
Vit hava sum høvuðsendamál at skipa fyri mennandi og gevandi útferðum og upplivingum ið taka støði í tí einstaka menniskjanum og sambandinum við náttúruna og mentan/søgu.
Ferðirnar eru oftast samansettir pakkar, ið vit tillaga júst til tykkara tørv.
Setið tykkum í samband við okkum fyri at fáa eitt óbindandi tilboð ið hóskar tykkum best.