Tjaldur er eitt neyst sum liggur á Borðoyarvík, sum er væl egna til smærri fyrilestarar og skeið, men sera væl egna til fundarvirksemi.
Neystið liggur tætt við sjóvarmálan, og bert 100 metrar frá Bakarí Jórun og Bónus.
Íbúðin er 80 kvm - við øllum hentleikum. Umframt eitt vælútgjørt wc við brúsu, vaskimaskinu og turkitrumlu, so er eisini ein køkur við øllum hentleikum.
Tað er eitt kamar við 4 koyggjum og eitt kamar við einari dubultsong.
Frá stovu og køkinum kann tú ganga beinleiðis út á eina stóra altan og njóta vakra útsýni har.
Tráleyst internet + ein videokanón at vísa á veggin er tøkt.