Hvørju eru vit / Tukan - Sam Jacobsen

Tukan - Sam Jacobsen

in av okkara góðu samstarvsfelagum er Sam Jakobsen.
Sam er førandi í Føroyum tá talan er um góða tænastu og er hann bæði vitandi og undirhaldandi at lýða á.

Sam bjóðar í fyritøku sínari Sp/f Tukan bæði skeið og fyrilestrar innan :
-Tænastu og Kundaáhuga eisini við meirsølu fyri eygað
-Tænastu menning í samráð við leiðslu og ábyrgdaprsónum í longri samstarvi
-Ger kundan góðan aftur – handfaring av avbjóðandi kundum
-At Miðla og vekja áhuga fyri felagskapi og fyritøku sum luttaka við á básum á stevnum.
-HR og stavsfólka røkt
-Coaching
-Starvsfólkahonbók á pappíri ella at seta á heimasíðu ella intranet
-Persónliga Planlegging fyri leiðarar og starvsfólk
-StartUpWheel / GrowtWheel sum amboð tá ein ynskir at byrja fyritøku.
Ella tá núverandi fyritøka ella stovnur ynskja vakstrarøkir, menningarøkir og betran.
-Garuda atferðrar og persónsprofilar í samband við rekruttering, starvsfólkasamrøður og samanseting, broytingar og menning í bólkum á øllum økjum.
-Motivatión
-Missión-visión-strategi tilgongdir
-Starvsfólkamennandi samrøður
-Myndaviðgerð – grundskeið og fyrilestrar
-Aðrar stimbrandi fyrilestrar á starvsfólkadøgum
-AI virðismetandi ella viðurkennandi hugsunnarháttur
-Onnur skeið, fyrilestrar og tilgongdir eftir tørvi hjá kundanum




Sam hevur sera nógvar royndir innan fyritøkur, leiðslu, undirvísing og starvsfólkaøkið
Er útlærdur grafikari og Grafonom frá Den Grafiske Højskole
(Merkonom og 2 ára leiðaraútbúgving innan grafiska økið)
Hann stovnaði egna grafiska fyritøku sum bleiv uppkeypt av Vendsyssel Tidendi í Hjørring,
har Sam var ein av teknisku leiðarunum í nøkur ár.
Hevur undirvíst á Kolding Tekniske Skole og haft fleiri konsulentuppávur í Danmark

Tá Dimmalætting á sinni ynskti at hava eitt annað øki aftrat enn avísina at virka innan, bleiv heitt á Sam um at menna tað prentsmiðjuøkið.

Heitt bleiv á Sam um at stovna skeiðstovuna Kvasir hjá táverandi Farodane, sum seinni bleiv partur av Nema samtakinum.
Tá Nema bleiv stovnað við samanseting av fleir fyritøkum, bleiv heitt á Sam um at vera HR-leiðari í samtakinum.

Sam arbeiðir nú sum kveikjari á ALS í dagtímunum, men hevur í samráð við leiðsluna har gott frælsi til at bjóða tænstur.

Av øðrum førleikamennandi skeiðum og útbúgvingum sum Sam hevur nomið sær, kunnu nevnast:
-Førleikamenning innan tænastu
-HR konsulent
-HR master
-Samskifti
-Vinnusálarfrøði
-Coaching
-Garuda (sertifiseraður og akkrediteraður at certifisera í FokusProfilinum)
-StartUp og GrowtWheel sertifiseraður
-Royndir við Business Model tilgongd í samband við StartUp
Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo