/ Greinar / 10 góð ráð fyri at sova betur

10 góð ráð fyri at sova betur

1. Drekk ikki alkohol áðrenn tú fer í song ! Tað gevur ófrið í kroppin, og tú svevur verri.

2. Tak ikki soviheilivág ! Man verður bundin av hesum, og tað ávirkar eisini minni.

3. Ikki motionera beint áðrenn tú fer til songar. Ein rennitúrur áðrenn songartíð órógvar, og er ikki til gagns.

4. Hav ikki sjónvarp og teldu inni á kamarinum ! Heilin verður stimmuleraður, og fær tess vegna ikki hvíld..

5. Et ikki áðrenn songartíð ! Og helst ikki mat við høgum saltinnihaldi. Tað fær kroppin upp í gear, sum hann ikki skal áðrenn songartíð.

6. Far úr songini somu tíð hvønn dag ! Tað passar ikki at man kann innheinta svøvn, við at sova longri. Tað gevur bara størri trupulleikar at sova.

7. Hav tað ikki ov heitt inni í kamarinum ! Tú sovnar skjótari tá tað er kølið inni. Men sjálvandi – alt við máta.

8. Far upp um tú ikki sovnar ! Um tú verður liggjandi og hugsar um hví tú ikki sovnar, so er betur at fara upp, ella t.d. at lesa eina bók.

9. Hav ljósið sløkt ! Og lat vera við at tendra ljósið um tú skalt upp á wc. Ljós fortelur heilanum, at tað ikki longur er nátt, og at tú tí ikki skal sova.

10. Um einki hjálpir, tel frá 100 og niður eftir !  Tað fær heilan at kobla úr, so tú ikki hugsar um nakað annað.

Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo