Hv°rju eru vit

Fegin bleiv stovna í 2010 og er ein fyritøka, sum fyrst og fremst arbeiðir við at menna og styrkja sølu- og tænastu mentanina í Føroyum.
 
Vit ynskja at geva tænastu- og sølufólkum íblástur, vitan, førleika og amboð, soleiðis at tey bæði blíva sterkari og betri til at veita kundnum eina góða tænastu.
 
Vit bjóða okkum fram at styrkja og menna leiðsluna, tá talan er um sølu og tænastu - bæði við at geva leiðsluni amboð og førleika at motivera og styrkja teirra sølu og tænastufólk, men eisini bjóða vit okkum fram at arbeiða við, hvussu fyritøkan strategist kann fáa besta úrslitið.
 
Hetta gera vit við at bjóða fyrilestrar, skeið, ráðgeving, coaching o.a. innan sølu og tænastu, men eisini bjóða vit okkum fram til at arbeiða saman yvir eitt longri tíðarskeið.
 
Har umframt gera vit Mystery Shopping kanningar, kundanøgdsemis kanningar og snarkanningar, sum allar hava fyri eyga, at styrkja og menna sølu- og tænastufólkini, soleiðis at tey blíva betur til geva kundunum góðar upplivingar.
 
Vit bjóða eisini hugnalig og øðvísi hølir fram, umframt at vit samskipa starvsfólkaútferðir o.a. aðrar upplivingar, sum eru við til at menna og styrkja fyritøkurnar.
 
Niclas Heri Jákupsson - Stjóri
Telefon - +298 525 525
Teldupost - niclas@fegin.fo
 
 
 
Svenbjørn Kvilt Olsen - Teknisk fyrisitari og samskipari
Telefon - +45 29 86 89 13
Teldupost - svenbjorn@fegin.fo
 
 
 
Joan Biskopstø - Skrivstova
Telefon - +298 261 201
Teldupost - skrivstovan@fegin.fo
Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 S°rvagur - F°royar | Tlf.: +298 525 525 | fegin@fegin.fo