/ 10 reglur fyri sølu

10 reglur fyri sølu

10 reglur fyri sølu

Um tær eydnast at bróta fordómarnar og koma yvir óttan at selja, og harvið bjóða teg fram, størri møguleika hevur tú fyri at fáa succes. Tú skalt sjálvandi selja á tín hátt, og tú kanst sjálvur seta tínar egnu reglur upp, men sum eina hjálp havi eg sett 10 reglur, hvussu tú kanst gerast betri sølufólk:

1. Tosa minni - lurta meiraTað eru teir fyrstu minuttirnir sum er avgerandi, í samband við eina og hvørja sølu. Tú fært bara nøkur fá sekund frá kundanum, áðrenn kundin góðtekur teg ella ikki. Tí er sera umráðandi at fyrsti varhugin er góður, og tú eigur at fyrireika teg serliga væl til, hvat tú skalt siga ella spyrja um, tá tú fyrstu ferð heilsar uppá ein kunda. Lat vera við at tosa um teg sjálvan og tínar vørur og tænastur. Lat kundan tosa og spyrja, og tá hann hevur tosað út, far so spakuliga inn á hann. Spyr hann fyrst um eitt hvørt evni sum tú heldur hann hevur áhuga fyri, soleiðis at tit hava okkurt í felag. Kom so spakuliga inn á orsøkina til tína vitan, men spyr hann hvat tú kanst hjálpa honum við. Ikki bjóða honum nakað, fyrr enn tú veitst um hann hevur brúk fyri nøkrum, og hvat hann hevur brúk fyri. So lat vera við at tosa, men spyr og ikki minst – LURTA !

2. Brúka spurningar og ikki svar til at selja
Eingin hevur áhuga at hoyra hvussu góður tú ert, fyri enn tey fáa at vita, hvussu góður tú heldur tey vera. Fylg við hvat tað er sum kundin kundi hugsa sær at keypt, og hví. Spyr og vís áhuga fyri honum.

3. Vís virðing og ver forvitin
Vís at tú hevur áhuga fyri kundanum og ver spyrjandi og forvitin. Á tann hátt fært tú at vita hvat tað er kundin hevur brúk fyri. Spurningarnir mugu vera livandi og kundin má ikki uppfata tað sum tað er ein spurnarkapping, ella at tú hevur eitt standard spurnablað. Royn at finna út av hvat kundin hevur áhuga fyri, og vís tú at tú hevur áhuga fyri tí sum hann hevur áhuga fyri. Tá kundin upplivir at tú ikki ert úti uppá at selja og lokka hann til at keypa nakað, fær hann álit á tær. Tá hann hevur fingið álit á tær, er nógv lættari at samskifta við kundan, og tykkara samband verður meira opið.

4. Tosa natúrligt
Tú mást ongantíð skifta yvir til ”seljara-røddina” fyri at yvirtala kundan at keypa vøruna. Síggj kundan sum eitt vælvitandi menniskja. Tosa við hann, sum tú vildi gjørt við ein vin, ella ein sum tú ert í familju við.

5. Legg til merkis hvat kundin ikki sigur
Um kundin sær út til at hava nógv at gera, so góðtak tað, og spyr um tú ikki heldur skal koma aftur ein annan dag. Vís samkenslu. Flestu seljarar eru so nógv upptiknir av at selja, at teir gloyma at har situr eitt livandi menniskja yvir av teimum.

6. Gev stutt, men beinrakið svar
Um kundin setur tær ein spurning, svara stutt og neyvt. Minst til at tað handlar ikki um teg, men um tín vøra ella tænasta, er tann rætta fyri kundan.
 
7. Ikki bjóða teg fram, fyrr enn tú veitst tørvin hjá kundanum
Ver opin um tørvin hjá kundanum, og hugsa teg væl um, - at tað er tað rætta sum tú bjóðar fram. Tú mást vera vísur í at tú bjóða rkundanum nakað, sum hann hevur áhuga í.

8. Ikki bjóða honum alt ov nógvar møguleikar
Lat verða við at spilla tína egnu tíð og tíðina hjá kundanum, við at vísa á alla tína vørumappu.  Gev kundanum eitt tilboð, út frá teimum ynskjunum sum kundin hevur víst á. Men tað ger einki um tú gevur honum nøkur alternativ, men lat kundan ikki drukna í møguleikum at velja í millum. Kundin blívur ikki bergtikin av einum stórum vøruúrvali,  tí kundin kann fara at ivast ímillum so nógvar vørur, at hann ikki veit hvat er rætt fyri hann. Vel nakrar vørur sum tú veitst kundin fær gleði av, og vís honum á fyrimunirnar við at velja júst hesa vøruna – men brúka orðini hjá kundanum um hesar fyrimunir.

9. Spyr kundan um hann er tilreiðar at keypa
Tá tú hevur skapt álit millum teg og kundan, eigur tú at spyrja kundan um tað er nakað hann ivast í ella vil vita meira um. Vís ikki at tú ert grammur at fáa ordran, men vís honum virðing.

10. Bjóða kundanum at keypa
Lat kundan sjálvan taka avgerð og lat hann fáa kensluna av, at tað er hann sum avgerð um og nær handilin skal gerast. Á tann hátt fær hann ikki eina kenslu av, at tú ert eitt eyðkent sølufólk, men eitt menniskja av kjøti og blóði, sum bjóðar honum ein góða vøru, ella hjálp til eina góða tænastu. Ein góður handil er, tá keyparin fær eina kenslu av, at tú hevur hjálpt honum við at finna eina góða vøru, sum hjálpir honum at vinna meira pengar ella gera honum gerandisdagin lættari. Tað ger heldur einki um tú á ein góðan og siðiligan máta, hevur hjálpt keyparanum at tikið eina støðu. 
Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo