/ Greinar / 15 minuttir

15 minuttir

Bara 15 minuttir 

Ein snildur háttur at koma í gongd við eina uppgávu, sum man hevur torført við at taka seg saman til, er at gera eina avtalu við seg sjálvan, at man bara arbeiðir við uppgávuni í 15 minuttir. Umframt at man ger hesa avtaluna við seg sjálvan, so lovar man sær sjálvum eisini, at tá 15 minuttir eru farnir, so kann man tveita seg í sofuna, ella gera júst tað sum man dámar.

Tað vísir seg – tíbetur oftani – at tá man fyrst eru komin í gongd, so hevur man ongan hug at gevast, men heldur eina kenslu av vilja og orku at halda áfram. Og áðrenn man veit av, so eru bæði 15 og 30 minuttir farnir.

Um tú steðgar við 15 minuttir, so er tað eisini gott. Tí so hevur tú hóast alt brúkt 15 minuttir til okkurt skilagott og nyttugt.

Hetta hyggjuráð kann brúkast til alt møguligt, ja líka frá at venja ítrótt til at gera reint. Men tað riggar eisini til størri verkætlanir, har man manglar mót til at fara í gongd.

Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo