
At fylla lívshjólið út er ein lættur, men sera góður háttur, at hjálpa sær sjálvum at fáa yvirlit yvir, hvussu støðan er júst nú - hvar ein flýtur, og hvat ein kann arbeiða við framyvir. Hetta kann gerast uppá fleiri mátar, og tað eru ymisk virðir, íð kunnu setast inn í hjólið, men oman fyri sært tú eitt dømi, sum tú kanst royna.
Tá ein hevur fylt lívshjólið út, so sær ein beinanvegin, hvat fyri partar av lívinum ganga væl, og hvørjir partar hava brúk fyri betri røkt.
Um tú ynskir at fylla lívshjólið út, so er neyðugt at steðga á, og bara hugsa um teg sjálvan og títt lív. Tað er sera sjáldan, at ein gevur sær tíð at gera status yvir sítt egna lív, so tað er bara at njóta tað meðan tú ger tað.
Tað er sjálvandi umráðandi, at tú ert erligur mótvegis tær sjálvum. Málið er ikki at hjólið skal síggja gott út, men at tað skal endurspegla títt egna lív, í núverandi støðu.
Tú skalt geva tær sjálvum skotsmál frá 0 til 10. Tað innasta á hjólinum er 0 og tað uttasta er 10. Um tú t.d. heldur 5 um tína egnu heilsu, so fyllir tú heilsu-stykkið á hjólinum upp til miðjuna. Um tú heldur 10 um tína heilsu, so fyllir tú alt heilsu-stykki út. Spyr teg sjálvan: Hvussu nøgd/nøgdur eri eg við hendan partin av mínum lívi júst nú?
Tá tú ert liðugur, so fært tú eina hóming av, um tú hevur javnvág í tínum lívi – og ikki minst, hvat tú skal arbeiða við. Góða eydnu !