/ Greinar / Anda djúpt er gott fyri strongd

Anda djúpt er gott fyri strongd

Um tú kanst anda djúpt og róligt, bara tríggjar ferðir, so ert tú ikki strongdur.
 
At anda djúpt gevur hvíld og ríkiligt av ilt til allan kroppin, soleiðis at tú betur fær nýggja orku. At venja seg við at anda djúpt, setur eisini lymfusystemið í gongd, sum eru við til at reinsa øll giftevni úr blóðinum.
Tær nýtist ikki at ganga til joga ella taka nakað skeið fyri at læra teg andadrátts-teknik. Mátin man ger tað uppá, er lættur og ein og hvør kann læra tað:
 
  • Set teg niður og lat eyguni aftur. Legg hendurnar á magan, soleiðis at tú kanst merkja, um tú andar djúpt nokk. Búkurin skal veksa, tá tú andar djúpt inn. 

  • Anda inn gjøgnum nøsina, meðan tú spakuliga telur til trý.

  • Halt ondini, meðan tú spakuliga telur til trý.

  • Anda skapuliga út, meðan tú telur til seks.

 
Í staðin fyri at telja upp í trý, so kanst tú eisini telja upp til fýra, fimm, ella meira. Tað er bara umráðandi at vita, at tú skalt brúka tvær ferðir so langa tíð at anda út, sum at anda inn.
 
Ger hetta í uml. 5 minuttir og ger tað longri um tú følir tað er neyðugt.
 
 
Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo