/ Greinar / Bíblian og strongd

Bíblian og strongd

Í dag ganga vit til fyrilestrar og skeið, fyri at finna góðu uppskriftina uppá lívið, og meiningina við lívinum á fold. Og nógvar eru uppskriftirnar, hvat er best fyri okkum menniskju.

Tá eg bleiv strongdur, tá minnist eg, at eg fór at hugsa um alt tað, eg hevði gjørt skeivt. Eitt sum eg skjótt bleiv klárur yvir, var at um eg bara hevði hildið frí 7. hvønn dag, so hevði eg ikki verið komin so langt út, sum eg kom.
 
Sjálvt um Bíblian er ein sera gomul bók, so hevur hon fleiri uppskriftir uppá, hvussu vit kunnu umganga at blíva strongd. Her eru nøkur fá ørindir:
 
2. Mós 34.21: Seks dagar skalt tú arbeiða; men sjeynda dagin skalt tú hvíla; um tað so er, tá ið tú várar, og tá ið tú heystar, so skalt tú halda hvíludagin.

Matt 11.28-30: Komið higar til Mín – øll tit, ið hava tungt at bera. Eg skal geva tykkum hvílu. Takið ok Mítt og lærið av mær – tí Eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta – so skulu tit finna sálum tykkara hvílu! Tí ok mítt er gagnligt og byrða Mín er løtt.

Matt 6.34: Stúrið tí ikki fyri degnum í morgin! Dagurin í morgin skal stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í plágu síni."

Joh 14.27: Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið!

Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo