/ Greinar / Blív ein vinnari

Blív ein vinnari

Blív ein vinnari

Um vit ynskja at verða vinnarar, so mugu vit lata vera við at lurta eftir tíðindunum í Útvarpinum, har vit verða mint á, at í dag doyðu 200.000 menniskjur av jarðskjálvta, 50.000 av vatnflóð, 200 í einari flogvanlukku og 10 eftir ein fótbóltsdyst. Vit mugu eisini sløkkja útvarpið, tá teir varpa út um andlát, jarðarferðir og veðurforsagnir, sum lova 5 dagar við ódnarveðri. Á sama hátt sum ein vinnari má fylla kroppin við sunnum og orkugevandi mati, á sama hátt má hann fylla sinni við jaligum tonkum. Tí má ein vinnari eisini halda seg burtur frá menniskjum, sum súgva orku úr honum, men velja sær vinir, sum geva honum orku. Eitt menniskja við jaligum sinni fær lívsgleði, og eitt menniskja við lívsgleði, fær succes við øllum tí sum tað fæst við - bæði í
arbeiði, í parlagi og sum menniskja.


Vit velja tað vit hugsa og vit blíva tað vit hugsa.

Tí er tað umráðandi at fylla heilan við jaligum tonkum, og halda øllum lorti úti. Vit vita hvussu tað følist at hava etið 20 nekarakossar í einum. Á sama hátt følist tað, at hava lagt oyrini til slátur og sleyg eitt heilt kvøld. Tað eru okkara tankar sum føra til handling, og tað eru okkara handligar sum skapa okkara lív….. tí er tað ómetaliga umráðandi at velja at síggja tað góða og vakra. Tí so blíva okkara tankar vinnaratankar, okkara handligar vinnarahandligar, og vit blíva vinnarar.

Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo