/ Greinar / Finn vinningin

Finn vinningin

Tað er sjáldan torført at taka seg saman fyri at eta ein ís. Man hevur lætt við at motivera seg til eina slíka uppgávu – tí tað er so lætt at síggja tann positiva vinningin. Upplivingin, smakkurin og njótilsið, er ein sterk motivatión í sær sjálvum.

Aðrar avbjóðingar eru verri at taka seg saman til – t.d. at fara út at renna ella støvsúgva.

Men tað ber til at motivera seg til sjálvt tær mest keðiligu uppgávurnar. Tað snýr seg um – júst sum við ísinum, at fokusera á tann jaliga vinningin, við at gera uppgávuna.

Spyr teg sjálvan – Hvat fái eg burtur út at gera tað?

Og her kann man hugsa eitt sindur longur fram enn við ísinum, har tú fært vinningin beinanvegin.

Til onkrar uppgávur eigur man at spyrja seg: Hvussu fari eg at hava tað aftaná?

Um man t.d. situr í sofuni og fegin vil renna ein túr, so er umráðandi at flyta fokus frá hvussu deiligt tað er at liggja á sofuni, til at hugsa, hvussu deiligt fari eg at hava tað aftaná at eg havi runnið. Og ikki minst hvussu góða samvitsku tú fer at hava aftaná.

Um tað ikki motiverar teg nokk, so kanst tú eisini spyrja: Hvussu fari eg at hava tað, um eg ikki geri tað? Hvat ynski eg at føla um ein tíma?: Kensluna av at eg einki havi gjørt, og har við ringa samvitsku, ella stoltleika at hava tikið meg saman, og gjørt nakað sum bara er gott fyri meg?

Um tú kortini velur sofuna, so kanst tú líka so væl góðtaka tað valið og njóta sofuna.

Hugsa um eina uppgávu, sum tú hevur rulla framman fyri tær í longri tíð, og sum tú ongantíð ert komin til at loysa. Set tær hesar tríggjar spurningar:

  • Hvat er vinningurin?

  • Hvussu verður kenslan aftaná?

  • Hvat og hvussu fert tú at hugsa um teg sjálvan aftaná?


Tað fantastiska við at loysa eina uppgávu er, at man fær orku og mót at loysa fleiri.

 

 
Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo