/ Føroyar til sølu

Føroyar til sølu

“Tað er ein, sum til eina og hvørja tíð kann geva nevndarformanninum, nevndini, stjóranum og øllum starvsfólkunum sekkin – og tað er kundin. Tað kann hann gera við at keypa vøruna frá øðrum enn okkum”.

Hetta skal stjórin í Wal-Mart handilsketuni einaferð hava sagt, og hetta er ein sera gløgg eygleiðing og ein beinrakin staðfesting. Tí tað er ikki arbeiðsgevarin sum betalir lønina hjá starvsfólkunum  –  tað er kundin !

Men duga vit føroyingar at seta kundan í hásæti, HVØRJA FERÐ hann trínur inn um gátt?

Sjálvandi eru tað fyritøkur sum geva kundanum eina uppliving hvørja ferð, men tað eru fleiri fyritøkur, sum kundu verið betri til hetta - og tað kann virka eitt sindur løgið. Serliga tá vit eru vitandi um, at tað er kundanum vit liva av.

Eingin siðvenja:
Ein av høvuðsorsøkunum til at vit ikki eru líka góð til at selja sum okkara kappingarneytar er, at vit ikki hava somu siðvenju at selja sum teir? Um vit bara fara nøkur fá ár aftur í tíðina, so snúði tað seg um at fylla skipini við so nógvum tonsum sum til bar,  fyri síðani at lossa hendan fong uppá bryggjuna, og so sleppa sær út á fiskileið aftur sum skjótast.  Sjálva søluna lótu vit onnur avgreiða. Í fleiri ættarlið hava vit brúkt somu kanalir inn á altjóða marknaðin, sum okkara forfedrar brúktu – forfedrar, sum  í longri tíð hava ligið undir grønutorvu. Men eingin marknaður er konstantur. Útboð og eftirspurningur flyta seg alla tíðina – tann prísurin og tann keyparin sum var rættur í gjár, er ikki við vissu rættur í dag. Og tí er eisini umráðandi at hava eitt sølulið, sum umframt at hava góðan førleika og góð evni, eisini er kreativt og motiverað.

Eg trúgvi, at av tí at vit ikki hava siðvenju fyri hesum arbeiði, so virða vit heldur ikki hetta handverk nóg nógv. Og tað sigur seg sjálvt, at hava vit ikki virðing fyri hesum arbeiði, so hava vit heldur ikki so stóran áhuga fyri at menna tað, ja sjálvt um vit vita, at tað er í tí síðsta liðinum, størsti vinningurin liggur.

Altjóða søla:
Nú allur heimurin er knýttur í eitt net, hevur tað ongantíð verið lættari enn tað sama at handla vørur tvørtur um landamørk, og ongantíð hevur altjóða handilin verið so stórur sum nú. Múrar við tollum og øðrum gjøldum eru burtur, og tað ger, at marknaðurin liggur opin fyri okkum. Men av tí sama, so hevur kappingin ongantíð verið harðari enn nú. Tað er í hesum døgum, at tað kemur til sjóndar, hvør er tann dugnaligasti, og hvør hevur bestu evnini at selja? Tí hevur tað ongantíð verið so nógv brúk fyri dugnaligum sølufólkum sum nú – sølufólk sum hava áhuga fyri kundanum, vitan um vøruna og góðan kunnleika til grundleggjandi sølu-sálarfrøðina. Men eisini sølufólk sum duga at samskifta, ja bæði á kinesiskum, russiskum ella øðrum málum, um tað nú skal til fyri at selja meira. 

Um vit skulu klára okkum í altjóða kapping, so er tað ikki nokk við vørum við høgari góðsku, og einari vøru sum svimur í heimsins reinasta havi. Tað er heldur ikki nokk at vera íverksetari, uppfinnari ella granskari.  Vilja vit vera við í tí hørðu kappingini, sum er á altjóða marknaðinum í dag, so mugu vit virða, menna og styrkja tað føroyska søluliðið. Tíðin er komin til at seta meira ljós á hetta arbeiðið.

Í dag hava vit nakrar føroyskar fyritøkur og einstaklingar, sum bjóða seg fram uttanlands, og fleiri eru sólskinssøgurnar sum vit eiga at gleðast og fegnast um –  og hesi frambrot eiga vit at virðismeta og feira. Men um meira varð gjørt fyri at menna og styrkja okkum sum sølufólk, so kundu vit havt fleiri succes´ir, sum høvdu komið fleiri einstaklingum, virkjum og landinum til góðar.

Eg havi í nógv ár kalla meg  sølumann. Enntá sendur sølumaður í telefonbókini undir mínum navni. Eg haldi at eg havi klárað meg nøkulunda í Føroyum, men so skjótt sum eg seti fótin á útlendska jørð, so fáni eg millum væl talandi, væl vitandi, væl ílatin og væl uppløgd sølufólk, sum vísa stóran áhuga og umsorgan fyri kundanum, tí tey so fegin vilja hjálpa kundanum, við tí sum hann hevur brúk fyri. Kundin følir ongantíð, at hann er komin at práta vit fólk frá einari søludeild, men fær meira eina kenslu av, at hetta er ein hjálparfelagsskapur, sum er her fyri at tæna og hjálpa honum.

Menna okkum sum sølu- og tænastufólk:
Eg havi ta síðstu tíðina fegnast stórliga um, at tað hevur eydnast Íverksetarahúsinum at fingið íverksetan inn um skúlagátt, og haldi eg, at Íverksetarahúsið, og avvarðandi politikarin skulu hava stórt rós, fyri teirra trúgv á okkara ungdóm. Í kjalarvørrinum av hesi nýhugsan, kundi tað eisini verið áhugavert at fingið sølu inn um skúlagátt, soleiðis at vit frá barnsbeini  kunnu vísa á, hvussu stóran týdning søla hevur, og harvið stimbra og menna tey ungu talentini, sum finnast millum okkara ungdómar.   

Skulu vit mennast sum eitt framkomið land, so er neyðugt at seta meira fokus á søluliðið, og menna okkum á hesum økinum – og ikki minst, virða hetta handverk. Umborð á øllum stórum skipum eru tað í dag ein skipari, ein stýrimaður, ein 2. stýrimaður, ein maskinchefur, ein 1. meistari, ein 2. meistari o.s.fr. Kanska vit áttu at hugsa líka stórar tankar í hinum endanum, og knýtt ein 1. sølumann, ein 2. sølumann o.s.fr. til hvørt skipið?

Hvørji krøv eiga vit at seta til tænastu- og sølufólk?
Góð sølu- og tænastufólk hava evni og førleika at samskifta við kundan, fyri at tæna honum best. Høvuðsboðskapurin fyri at náa besta úrslitinum, sum sølu- og tænastufólk, er at vera vitandi um, at vit hava tvey oyru og ein munn. Tað merkir, at vit skulu lurta meira enn vit tosa – og tá vit so tosa, tá er umráðandi at vit ikki fortelja kundanum, hvat tað er hann skal hava, men at spyrja inn til hann, fyri at vita hvat tað er hann ynskir. Tá vit samskifta við kundan, har vit lurta og spyrja, so følir kundin at vit hava áhuga fyri honum, og at vit virða hann – men samstundis sum kundin hevur hesa góðu kenslu – samstundis fáa vit meira vita, og harvið fleiri upplýsingar frá kundanum, um hvat tað er hann ynskir, hví hann vil hava vøruna, o.s.fr. Meira vitan vit hava, betri kunnu vit hjálpa kundanum.

Ímynda tær hvussu tú hevði følt tað, um tú fór til læknan, og hann beinanvegin segði við teg: Eg veit hvat tær feilar. Tú hevur blindtarmsbruna. Um læknin skal finna út av hvat tær feilar, so má hann spyrja og lurta. Hvar hevur tú ilt? Høgru ella vinstru megin?  Hevur tú vaml?  Gongur pínan niður í beinið? Hevur tú pínu tá tú liggur á rygginum o.s.fr. Læknin má spyrja og lurta fyri at kunna hjálpa tær til fulnar. Soleiðis er tað eisini við sølu.  At selja er at lurta og spyrja, og harvið vísa áhuga og virðing fyri kundanum.  Meira vit lurta, betri kunnu vit hjálpa kundanum at finna røttu vøruna.   Men tað er ikki bara samskiftið sum hevur nakað at siga. Tað snýr seg eisini um at vera álítandi, opin og fyrikomandi, og møta kundanum har hann er.

Taka saman um:
Vit hava eitt stórt ríkidømi í Føroyum og eina sera stolta søgu. Nógv hava slóðað vegin framman fyri okkum, soleiðis at vit í dag hava eitt framkomið land at búgva í, og skulu hesi hava stóra takk. Vit hava í nógv ár betra um umstøðurnar og arbeiðshættirnar umborð á okkara skipum, og eiga vit í dag heimsins bestu sjófólk. Vit hava eisini góðar skúlar sum bjóða altjóða skipara- og maskinútbúgvinar o.a. fram. Men har sum størsti vinningurin liggur, nevniliga í tí síðsta liðinum, har mangla vit at seta sjóneykuna á. Vónandi fara vit at menna okkara sølulið, soleiðis at vit um nøkur ár, hava fleiri føroysk sølufólk,  sum hava fingið vitan og upplæring í sølu, og sum kunnu vera við til at økja um virði, sum vit føroyingar eru so góðir til at framleiða.

Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo