Drekk nokk av vatni
Um tú drekkur nokk av vatni, kemur tú at fáa tað betur. Tú blívur vakrari og gongur ikki svangur. Vatn - tað fitar heldur ikki.
Reið songina hvønn morgun
Um tú reiðir songina hvønn morgun, so venur tú heilan at hava struktur og ordan. Hevur tú struktur og ordan frá morgni av, so heldur tað sum oftast gjøgnum dagin.
Gev
Alt byrjar við at geva. Vit kunnu ikki heysta, um vit ikki fyrst sáa. Tað kann vera so nógv sum ein kann geva. Tað kann vera pengar ella ein gáva. Men tað kann eisini vera ein tænasta, ein bøn ella ein tanka til ein tú kennir. Vit fáa tað betur, hvørja ferð vit geva nakað frá okkum
Skriva ella ring til ein gamlan vin
Tað er altíð ein góð og heit uppliving, at ringja ella skriva til ein gamlan vin, sum ein ikki hevur haft samband við, í longri tíð. Vinurin blívur sum oftast sera glaður og eftir samtaluna, fer tú eisini at føla eina góða kenslu í kroppinum.
Anda djúpt
Vit anda alt ov sjáldan djúpt. Tað er gott fyri okkum at steðga á, og merkja okkara egna andadrátt. Anda djúpt gjøgnum nøsina. Halt ondina eina lítla løtu, og anda so spakuliga út gjøgnum nøsina aftur. Endurtak hetta nakrar ferðir. At anda djúpt styrkir vøddarnar inni í kroppinum. Kroppurin kemur í javnvág og tað hjálpir okkum av við strongdina.
Sig Ja
Onkuntíð skal ein bara siga JA til okkurt, sum ein er vanur at siga nei til. Tað er gott fyri okkum at bróta gomul mynstur, og deiliga avbjóðandi at vassa út í nakað, sum liggur uttan fyri okkara trygdarsonu.
Njót sansirnar meðan tú gongur
Várharra hevur givið okkum 5 sansir. Brúka teir meðan tú gongur. Stimmulera teir ein og ein. Lurta eftir fuglaljóði, føl vindin, síggj fjøllini, smakka regnið, lukta nýsligið gras. Beundra tínar egnu sansir, og ver takksamur at tú hevur tínar sansir. Sig YES ella TAKK FYRI hart !!!! Og royn um tú kann njóta allar sansirnar í einum. Tað gevur eina feita uppliving. At sansa er at liva !!!
Bjóða teg fram at hjálpa
Øll hava av og á brúk fyri hjálp. Bjóða teg fram at hjálpa onkrum. Viðkomandi blívur sera glaður og takksamur, og tú fer at føla eina góða og heita kenslu innan í tær sjálvum. Eina kenslu av nøgdsemi og djúpari gleði
Hygg eftir heimskortinum
Hygg eftir heimskortinum og lær teg ein nýggjan heimspart, eitt nýtt land, nýggjan bý, sjógv, vatn ella á. Tú fær eina vitan, og tú blívur forvitin at vita meira.
Pussa skógvarnar
Tak allar skógvarnar fram ein dag, og pussa teir allar. Tá tú so skal í teir næstu ferð, so verður tú glaður fyri tað, og tú fer at føla eina kenslu av, at tú hevur ordan í tingunum
Syng ein sang
Tá tú syngur ein sang, so ber ikki til at vera í ringum lag samstundis. Tí er tað altíð gott at syngja ein sang. Syng undir brúsuni, í stovuni í køkinum, í bilinum ella á skrivstovuni. Syng og ver glaður
Tak órudd upp
Ikki bara heima, men eisini har tú gongur. Ja enn tá á alfara vegi. Tak eitt pappírspetti upp, og koyr tað í ruskílatið. Tað gevur tær eina góða kenslu, og tú sendir signalir til heilan, at tú hevur yvirskot
Strekk út
Strekk út minst einaferð um dagin. Tað er gott fyri kroppin og sálina
Hygg upp
Ver sum ferðamaðurin – hygg upp meðan tú gongur. Alt ov nógv fólk ganga og hyggja antin frameftir ella niðureftir. Tá vit hyggja upp, so fáa vit nógv meira við, og vit senda nøkur góð og frísk signalir til onnur.
Les hvønn dag
Les eina ávís ella ein kapittul hvønn dag – tað ger teg klókari og vísari, og tað víðkar tín sjónarring
Ven teg við at vísa samkenslu
Send eina heilsan, ring ella tosa við onkran, sum ikki hevur tað gott. At vísa samkenslu er vakurt og gott.
Fyrigev
Tað er sera sera sera umráðandi at fyrigeva. Ynskir ein at føla lívsgleði og orku, so er umráðandi at hava evni og førleika at fyrigeva. Tá ein fyrigevur, so reinsar ein kroppin innan, og ein blívur reinur.
Renn og gang
Tað er sunt fyri likam og sál at renna. Menniskjur sum hava góða motión, hava meira yvirskot og størri lívsgleði. Tey eru meira sjarmerandi og hava eitt jaligari lyndi
Vís tín kærleika
Hvat fer tú at angra meira tá tú blívur gamal? At tú hevði dirvið at vísa tín kærleika, ella at tú lat vera? Vís kærleika við orðum og gerðum alla staðni har tú er. Tí kærleiki fær alt at veksa.
Ven teg við at njóta
Um tú ger tað, so vísir tú yvir fyri tær sjálvum, at tú ert góður við teg sjálvan. Spyr teg sjálvan: Hvat er luxus fyri meg? Ein koppur av kaffi og eitt kakustykki við livandi ljósum. Onkuntíð taka ein taxa ístaðin fyri bussin.
Lær teg eitt nýtt orð
Um tú hvønn dag, ella ein dag um vikuna lærir teg eitt nýtt orð, og venur teg við at brúka hetta orð, so fer tú at økja um tína vitan og førleika, men samstundis fer tú at víðka tín sjónarring.....og tað er eisini stuttligt.
Gev frá tær
Gev onkrum sum ikki eigur so nógv, og lat vera við at hugsa hvat viðkomandi brúkar gávuna ella pengarnar til.
Njót okkurt einsamallur
Fær í biograf, á eina café ella ein gongutúr í náttúruni....einsamallur. Gev tær tíð at føla hesa uppliving heilt inn í sálina, uttan at tú skal fyrihalda teg til eitt annað menniskja
Falda ein serviett og tendra tvey livandi ljós. Eisini um tú skal eta einsamallur. Tað er sunt at bróta ein vana.
Smíl til ein fremmandan
Títt smíl ger hansara ella hennara dag betri, og kanningar vísa eisini, at um tú smílur, so fær tú tað eisini betur. Títt smíl kann spreiða seg víðari til eina rúgvu av menniskjum.
Mistrúgva er gift
At mistrúgva er tað reina gift. Ven teg við at hava álit á onnur, álit á umhvørvið tú ert í og álit á teg sjálvan.
Ver errin
Hugsa teg um: Hvat hevur tú sum tú kann vera errin av? Ikki hugsa um alt tú ikki dugur og ikki eigur, men hugsa um alt tað tú dugir, alt tað tú eigur og alt tað tú kann. At vera errin er avgerandi um tú livur í javnvág við teg sjálvan og títt umhvørvið.
Hvør er tú um 10 ár?
Brúka nakrar fáar minuttir at hugsa um hvussu tú ynskir at liva um 10 ár. Hvar býr tú? Hvørju menniskju eru rundan um teg? Hvat fyri mál hevur tú nátt? Hugsa teg væl um, um tú skal gera eina ætlan at koma har til....um tað skal vera eitt konkret mál, ella ein dreymur. At ímynda sær hvussu tingini fara at vera, ger tað nógv lættari at gera ein dreym til veruleika.
Sig tak
Sig takk til kassadámuna, busschaførin, mammu tína o.s.fr. Ven teg við at vísa takksemi