1. Ikki síggja kundan, sum ein keðiligan og ”svakan” persón – tí trupulleikin er IKKI persónligur, tað snýr seg um eina keðiliga støðu, kundin er komin í. T.v.s. tað er sakligt !!
Tað er umráðandi FYRST at skilja kundan – fyri síðani, at fáa hann at skilja teg. Og ikki øvugt.
2. Tað er eisini umráðandi at venja seg við at lurta eftir kundanum, og síðani spyrja góðar spurningar. Ikki spurningar, har kundin sleppur at siga ja ella nei. Men útdýpandi og uppklárandi spurningar, so hann sjálvur sleppur at lýsa sín trupulleika. Hvat er trupulleikin? Hvussu kann eg hjálpa tær? Meira hann tosar – meira vitan fært tú. Meira vitan tú hevur, betri skilir tú hann, og betri fært tú hjálpt honum, at finna eina loysn.
3. Tú mást endiliga ikki halda, at TÚ veitst hvat trupulleikin er. Spyr tí heldur einaferð ov nógv, enn einaferð ov lítið.
Sjálvt um tú ikki gevur honum rætt, so mást tú endiliga virða hansara sjónarmið.
4. Tá kundin hevur lýst sín trupulleika – meðan tú hevur lurtað og víst honum virðing, set tá orð á, hvussu tú upplivir støðuna - men uttan at ákæra kundan. Ver týðiligur og ítøkiligur......og sakligur.
5. Ver ikki persónligur – men halt teg til fakta. Alt annað kann skjótt misskiljast.
Tað er altíð gott at hava nakrar góðar grundgevingar fyri afturvendandi trupulleikum. Tí er vitan um vørur, vitan um arbeiðsgongd o.a. sera umráðandi at hava.
6. Tað er eisini góður politikkur – inn í millum at tosa saman á arbeiðsplássinum um trupulleikan við torførum kundum. Hvat tað er sum er so torført, og hørjar góðar royndir tit hava. Á tann hátt hjálpa vit hvørjum øðrum, at blíva betri at avgreiða torførar kundar.
Í síðsta enda snýr alt seg um samskifti. At duga og vísa vilja til at skilja kundan – og tað fær ein bara gjørt, við at spyrja inn til kundan, og soleiðis fáa so nógva vitan sum til ber. Meira vitan vit hava, betri kunnu vit hjálpa kundanum.
Her er eitt dømi hvussu umráðandi tað er at spyrja røttu spurningarnar:
Ein sølumaður spyr lítla dreingin sum spælir uttan fyri eini hús: Er mamma tín inni?
Drongurin: JA
Sølumaðurin bankar uppá hurðina, men eingin letur upp.
Enn einaferð spyr sølumaðurin dreingin: Er mammatíninni?
Drongurin: JA
Eftir at hava bankað uppá hurðina 3. ferðir, fer sølumaðurin óður yvir til dreingin, og sigur: Tú sigur at mamma tín er inni, men eg havi nú bankað uppá eina góða løtu, men har kemur eingin mamma út. ER MAMMA TÍN INNI ?
Drongurin: Jú, mamma er inni…….men eg búgvi ikki her.