Tað er sera lætt – tað snýr seg um at seta seg niður, og skriva á eitt pappír hvat man vil náa.
Tað eru nógvir fyrimunir at skriva hesi mál niður.
Um tú skrivar tíni mál niður, so er tað við til at motivera teg til at handla. Tað stimulerar tín kreativitet, og gevur tær orku. At skriva tíni mál niður, gevur tær meira pláss í heilanum til kreativitet, tí tá nýtist tær ikki at halda stýr á tínum "to-do" lista í høvdinum.
Sum menniskju eru vit sett saman soleiðis, at um vit koma á mál við eini uppgávu, sum vit hava sett okkum fyri, so fáa vit eina positiva kenslu og vit blíva glað og stolt.
Tað er eisini ein fyrimunur at hava málini niðurskrivaði. Á tann hátt kann man skriva GJØRT við allar uppgávur, sum man hevur avgreitt.
Tá vit hava avgreitt uppgávur og mál sum vit hava sett okkum fyri, útloysir heilin endofinir, sum geva okkum ein natúrligan rús.
Hesin rúsur ger okkum glaðari og meira kreativ, og gevur okkum størri sjálvsálit. Við at hava listar við málum, sum man dagliga, ella eina ferð um vikuna, krossar av, kann man veruliga blíva jaligur misnýtari av hesum rúsi.
Ein fyrimunur at skriva málini niður er, at tú tvingar teg sjálvan at hugsa konkret. Í tí løtu tú skrivar uppgávuna niður, kann ótilvitskan fara í gongd við at finna loysnirnar.
Um tú ikki skrivar tíni mál niður, so leggur tú ikki líka nógva orku í uppgávurnar. Heilin heldur, at tínar ætlanir eru meira dreymar og fantasi, enn konkretar ætlanir.
Ein listi við málum skal eisini hava "deadline". Uttan "deadline" hevur tú lætt við at útseta málini, og umberingarnar fyri at útseta, eru nógvar.
Tað er umráðandi, at tú ikki hugsar um alt tað, sum tú ikki nær, tí so upplivir tú ikki endofinrúsin.
Og man má heldur ikki gloyma at fagna øll nádd mál. Um man ikki ger tað, so kann man fáa eina kenslu av at vera afturúr, og at man ikki hevur avgreitt nakað. Tá er skjótt at missa mótið, og motivatiónina.
Tí er tað umráðandi at gera listar við realistiskum málum. Tað er heldur ikki serliga smart at gera langar listar, sum man ikki megnar at avgreiða. Tí motivatión kann fara, um man dagliga flytur ógreidd mál til næsta dag.
At enda skalt tú raðfesta málini á listanum. Hvat fyri mál skalt tú taka fyrst, og hvørji hava størstan týdning fyri teg?
Tú kanst gera fleiri listar. T.d.:
Tann stóra listan við teimum heilt stóru málunum fyri tað næsta árið, ella tey næstu 5 árini.
Tú kanst gera ein fyri tann næsta mánaðin
Ein fyri næstu vikuna
Og ein fyri dagin í dag – hvat vilt tú náa áðrenn dagurin er liðugur
Ger tín ella tínar listar soleiðis, at teir passa til tín. Góða eydnu !