/ Greinar / Hjányru-møði

Hjányru-møði

Følir tú at tað er tungt at koma ígjøgnum dagin, og at
ert meira troyttur enn vanligt?

Roynir tú at halda teg koyrandi, við koffeini frá kaffi,
te, cola ella orkudrykki?

Mungar tú nógv eftir vørum, sum innihalda nógv sukur og
salt?

Hevur tú verri hug til kynslívið, og følir tú at tínar hormonir
eru í botn?

Ert tú troyttur um morgunin, og hevur torført at koma úr songini, og torført at sovna um kvøldi?

Følir tú at tú ert hugtungur, og ivast tú í, um tú hevur eina lættari depressión?

Ert tú vorðin meira ótolin í mun til onnur,  enn tú var fyrr?

Hevur tú pínu í lendunum, uttan at vita hví?

Verður tú lættari strongdur nú, enn tú bleiv fyrr?

Hevur tú verið oftari sjúkur seinastu tíðina – ella hevur tað tikið longri tíð at blíva frískur?

Sortnar tað fyri tínum eygum, tá tú reisur teg knappliga upp?

Følir tú teg illa fyri, um tú leypur eina máltíð um, ella um tú etur nakað, sum tú ikki er gott fyri teg?

Merkir tú, at tú ert blivin meira og meira óklárur í høvdinum, og hevur torført at taka avgerðir?

Eru tað løtur har tú minnist verri, og missir tráðin tá tú tosar?

Ert tú troyttur út á seinnapartin, og hevur hug at leggja teg? Men fær orku aftur tá tú hevur eti
nátturða?

Nikkar tú til fleiri av hesum spurningum?

So kann tað vera at tú hevur Hjánýru-møði (Binyretræthed)

Hjánýru-møði merkir at hjánýruni, ikki framleiða nokk av hormonum – her serliga strongd-hormoni
kortisol.

 

 

Hjánýruni sita oman fyri nýruni, beint innan fyri lendarnar. Hjánýruni framleiðahormonir, s.s.
kortisol, adrenalin, noradrenalin, pregnenolon, aldosteron, progesteron, østrogen, testosteron
og DHEA.

Hjánýruni eru ein partur av einum størri kirtla-systemi, sum er við til at halda skil á okkara veskujavnvága, blóðsukurið, kynshormonum, dyst-flýggja  reaktiónum, immunverju og annað. 

Hjánýru-møði er ein støða, har hjánýruni eru útbrend, og ikki megna at framleiða tað mongd av hormonum, sum tey skulu. Tað førir við sær, eina rúgvu av hjáárinum, sum tilsamans verður kalla eitt syndrom. Eitt tað mest vanliga hjáárini, er at vera útlúgvaður og troyttur, har ein hevur eina kenslu av, at hvør dagur er ein byrða.

Tað finnast fleiri “stadier” av hjánýrmøði. Heilt frá at føla seg nakað troyttan, til ikki at megna at taka 10 fet. Ein kann svinga í millum hesi stadier gjøgnum alt lívið, men tíbetur, so kann man blíva frískur aftur.
 

Tað eru fleiri mátar aftur at blíva frískur. Men høvuðsreglan er: At vit blíva tað vit eta. Tí snýr tað seg nógv um at broyta kostvanar. Hjá fleiri hjálpir tað at fáa kosttilskot, hormontilskot, heilivág, kostvegleiðing, alternativa viðgerð o.a. Vit tú vita meira um hvat hjánýru-møði er, so kanst tú lesa bókina ‘Binyre-træthed’ sum læknin James Wilson hevur skrivað.

Men tað eru onnur sum hava boð hvussu ein gjørt frískur aftur. Millum annað, so kanst tú lesa inni á hesari heimasíðuni, hvussu tú kanst gera.
www.raskpaaraw.dk

Her kanst tú lesa hvussu tú kanst koma í gongd við at umleggja tínar matvánir, og fáa ein nýggjan lívsstíl.

Niðanfyri eru 6 ráð, sum læknin James Wilson hevur:

 

1. Fær í song áðrenn kl. 22.00
2. Sov nógv og leingi
3. Fjerna alt sum ger teg strongdan í tínum lívi
4. Fjerna kemi/tilsetningsstoffir/dálking í tínum kosti,
    og í tínum dagligdegi
5. Legg koffein, sigarettir, alkohol, raffinera sukur á 
    
hillina, og annað sum yvirstimmulerar teg
6. 
Et sunt, og fá nokk av C og B vitaminum, og nokk
    av magnesium og kalsium

 

Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo