Tá eg var smádrongur, var tað sera stórur munur á sunnudegnum og so hinum seks døgunum í vikuni. Sunnumorgun lógu okkara foreldur altíð longri í songini, og tá mamma fór upp, fór hon beinanvegin at stákast í køkinum. Tá ovnurin var tendraður og grýtan sett út á, blivu vit 3 systkini koyrd í bað – øll í sama bað – tí sunnudagurin var dagurin tá ein vaskaði sær.
Vit sluppu altíð at spæla í baðikarinum eina góða løtu einsamøll. Tá mamma so kom innaftur, so kundi vit føla deymin av tí sum hon hevði koyrt í ovnin. Sjálvur elskaði eg um tað var høsnarungar, men døgurðin kundi eisini vera fleskasteik, lambstjógv,hamburgarryggur ella annað sum var forkunnugt í okkara heimi. Men felags fyri allar døgurðar sunnudag, var at maturin var eitt sindur betri enn gerandisdagar, og so var tað eisini fínari dekkað upp hendan dag. Tá vit komu rein úr baðikarinum, blivu vit latin í sunnudagsklæðir. Hetta vóru klæðir sum vóru bæði fínari og dýrari enn onnur klæðir. Hesi klæðir sluppu vit bert at ganga í sunnudag, ella til aðrar høgtíðir.
Tá vit vóru liðug at eta, fingu vit sum oftast okkurt nýbakað oman á, men onkuntíð kundi tað henda, at vit fingu buding við reyðari saft.
Eftir døgurða fóru vit í sunnudagsskúla í KFUM. Eftir at hava hoyrt um Jósef og hansara beiggjar, um Nóa og hansara ark, ella um Móses og tey 10 boðini, var tað fastur táttur at fara sunnudagsbiltúr. Sum oftast vóru hesir túrar norður í Sund, har pápi mín er ættaður. Har vitjaðu vit okkara fámælta abba, men eisini okkara livandi og frísku Sonju-fastir, sum altíð var so livandi, blíð og fyrikomandi. Sjálvt um pápi okkara segði, at vit ikki skuldi spæla úti sunnudag, so kundi tað meir enn so henda seg, at norðuri Sundi kundi hann lorað eitt sindur longur út, og so spældu vit við okkara fittu systkinabørn – men av tí at vit vóru í fínum klæðum, so varð spælið avmarkað, tí dálka okkum skuldi vit ikki sunnudag.
Sjálvt um tað var strangari sunnudag, enn aðrar dagar, so minnist eg bara gott til sunnudag. Og tá vit so fóru í skúla mánamorgunin, so minnist eg einki til at eg var móður ella troyttur. Tvørtur ímóti, so var eg sum ein orkubumba, sum hevði ligið ein heilan sunnudag og lada seg fullan.
Tað verður sagt, at tað eru virðini sum vera løgd í okkum frá smábarni av, sum eru við til at skapa okkum sum menniskjur. Hesi virðir er grundin undir okkara samleika, og júst sum við einari grund sum er undir einum sethúsum, so eru hesi virðir torfør at flyta.
Men samstundis sum vit halda fast um okkara grundleggjandi virðir, liva vit í einum samfelag, sum skiftir síni virðir út dagliga. Tað sum var skeivt í gjár, er rætt í dag, og tað sum er rætt í dag, kann gott vera skeivt í morgin. Samfelagið er sum eitt stórt regnhjól, sum roynir at verja allar borgararnar, og tí blíva tað normarnir sum hava tann størsta felagsnevnaran, sum galda. Í allar tíðir hevur samfelagið broytt seg við øðiligari fer, men eg vænti at øll kunnu blíva samd um, at ongantíð hevur samfelagið broytt seg so skjótt, sum nú á døgum. Vit royna øll at fylgja við rákinum, men tað krevur góða motión og nógva orku. Tí um ein skal fylgja við, so má ein renna skjótari enn háran, og fara fyrr upp enn hanin.
Samfelagið er eftir hondini blivin ein náðileysur tjóður, sum stjelur tað dýrasta sum vit eiga frá okkum.....tíðina !
Tíðina sum vit kundi brúkt til heimið og børnini, verður heldur brúkt til yvirarbeiði og nevndararbeiði. Tíðina sum vit kundu brúkt til frið og hvíld, fer heldur til veitslur og tiltøk. Og soleiðis kunnu vit halda á fram.
Minni av tíð vit seta av til tey góðu virðini, oftari koma vit til ein krossveg, har vit seta okkara egnu grundleggjandi virðir til síðis, fyri at fylgja samfelagsrákinum. Um vit fer eftir fer svíkja hesi virðir, so fara vit at ivast meira og meira í okkara egna samleika, og spakuliga missa vit stýringina í lívinum, samstundis sum sjálvvirðið hvørvur. Tá kann tað henda, at vit blíva meira og meira óttafull og stúrin, og okkara egnu tankar fáa eitt meira grátt dæmi. Og tá okkara tankar eisini ávirka okkara kenslur og okkara kropp, so byrja vit at broyta atferð og atburð, og vit kunnu søkka longur og longur niður – og kunnu vit enda við at fáa strongd ella tunglyndi.
Eg haldi at hvíludagurin er bæði til gagn fyri tann einstaka og samfelagið sum heild. Tá ein hevur arbeitt alla vikuna, so følist tað sum eitt vakurt ljós, sum stendur við endan á vikuni. Ein heilan dag, har kroppurin og sálin kunnu hvíla. Onkuntíð havi eg eisini spælt við tankan hvussu støðan hevði verið um eingin bátur og einki skip hevði fiska sunnudag. Tað hevði kanska bæði verið gott fyri allar fiskistovnarnar og ikki minst manningarnar.
Í okkara Bíbliu eru sunnudagurin heilagur – og verður hesin dagur eisini nevndur hvílidagur. Ja, sjálvur Skaparin hvíldi 7. dagin.
Tað eru tíbetur fleiri, sum enn halda fast um at hvíla sunnudag, men fyri nógv fólk, er garðurin sum vardi sunnudagin burtur. Ferðin sum vit menniskjur seta á samfelagshjólið er so mikið høg, at hetta hjól knúsar garðin niður, soleiðis at allir dagar í vikuni, eru líka flatir.
Nú ljóðar tað kanska sum eg haldi meg sjálvan vera betri vitandi, og at eg sjálvur haldi haldi fast um hesi gomlu góðu virðir - tað geri eg ikki. Maturin sum eg eti mikudag og hósdag, er betri matur enn eg eti sunnudag. Eg eri í líka góðum klæðum ein týsdag sum sunnudag, og tíverri er tað næstan 30 ár síðani, eg vitjaði mína fittu fastur í Hvannasundi.
Men eg havi í dag gjørt eina avtalu við meg sjálvan. Sunnudagin 4. Desember, eri eg aftur norðanfyri. Hendan morgunin ætli eg mær í bað, og tá eg komi upp aftur, so fari eg at lata meg í sunnudagsklæðir – tey besti eg eigi. Eg fari at eta ein góðan sunnudagsdøgurða saman við familjuni, og fyri fyrstu ferð í mannaminni, fari eg at eta buding við reyðari saft oman á. Eg fari at sløkkja fartelefonina og telduna, og ætl i mær í sunnudagsskúla við dóttirin. Um nátturðatíð fari eg – fyri fyrstu ferð í 27 ár - ein sunnudagsbiltúr norður í Hvannasund, fyri at vitja mína fittu og góðu fastur. Eg eri vísur í, at hon bæði verður glað og blíð tá hon møtir mær í durunum, og at hon fer at bjóða mær vælkoman innar í stovuna.
Longu nú gleði eg meg nógv at njóta ein góðan sunnudagsnátturða saman við fastir – og ikki minst, so gleði eg meg eisini at fáa eitt gott prát við hana. Eitt prát um gamlar dagar, tá vit vóru 27 ár yngri, og tá sunnudagur var hvílidagur.