Tá kundin kemur til kassan, er tað umráðandi at hava rættan kropsligan atburð, og geva kundanum eitt smíl og eina fjálga heilsan.
1. Vend yvirkroppin í móti kundanum
2. Fá eygnasamband við kundan
3. Smíl til hann
4. Og gev honum eina fjálga heilsan... finn tað heilsanina sum hóskar til tín persón
5. Konsentrerað teg BARA um kundan og ikki nakað annað
Kundin er komin inn í okkara handil ! Hann hevur pengarnar til tína løn, og tí skal hann føla, at hann er vælkomin og í fokus.
Er tað bíðirað, er umráðandi at avgreiða kundarnar skjótt og væl, so at teir kundar sum standa í bíðirað, ikki ilskast. Men er tíð til hugnatos – so er tað eisini i lagi, so leingi tað ikki gongur út yvir aðrar kundar.
Tá kundin fer frá diskinum, so er eisini umráðandi, at hann fær eitt fjálgt farvæl – royn nakrar heilsanir, so finnur tú út av, hvat fyri heilsanir virka best hjá tær. Tí tað skal vera ekta...t.d.
a) Farvæl
b) Bei bei
c) Takk fyri vitjanina
d) Gott vikuskifti
e) Gleðiligar páskir/gleðilig jól
f) Takk fyri – og alt tað besta !
g) Deiligt at síggja teg – ynski tær ein góðan dag
h) Annað
Tað er umráðandi at kundin fer út úr handlinum aftur, við eini góðari uppliving og eini fjálgari kenslu. Hann skal helst fáa eina so góða uppliving, at hann fortelur tað fyri øðrum – samstundis sum hann gleðir seg at vitja tykkum aftur.
Tað virkar einfalt og lætt á pappírinum, men eingin sigur at hetta er lætt. Tann besti mátin at blíva heilt góður til at avgreiða kundarnar......er at venja og venja og venja.
Vinningurin:
Vinningurin fyri at geva kundanum eina feita uppliving, er at vit økja um søluna og trivnaðin. Kundin blívur glaðari, og fer smílandi frá okkum. Hann smittar eisini onnur, sum hann møtir sama dag.
Tú venur teg við at smílast og útstrála gleði, jaligheit og opinleika, og tú smittar eisini tínar arbeiðsfelagar, familju, vinir og onnur við tíni atferð og hugburði.
Goða eydnu