Tú velur hvat tú hugsar, og tú blívur tað tú hugsar. Tí er tað umráðandi at velja at síggja alt tað góða og alt tað vakra sum vit dagliga eru umringað av.
Góðir tankar, fara niður í búkin og blíva til kenslur, sum vit kunnu føla. Hesar kenslur fara víðari út í kroppin, og mynda okkara atferð.
Góðir tankar skapa eisini góðan hugburð. Góður hugburður skapar góðar gerðir. Góðar gerðir skapa góðar vanar. Góðir vanar skapa góð virðir. Og góð virðir skapa eitt gott menniskja.
Men eingin sigur at tað er lætt. Líka so langa tíð sum tað krevur at venja í fitness at fáa ein sixpack á búkin, líka langa tíð tekur tað at venja heilan við at hugsa jaliga.
Eitt amboð sum kann hjálpa einum at venja heilan við at hugsa jaliga. er at endurtaka vøkur og góð orð. Eg havi skrivað nøkur niðanfyri, og ert tú vælkomin at senda mær fleiri góð orð.
Set teg væl fyri og les hesi orð hart. Gev tær tíð at føla og hugsa hvat hvørt orðið ger við teg.
Ja, gleði, fantastiskt, hetja, vinningur, lekkurt, væl, hugni, nærvera, hjálpsemi, vitan, áhugi, kærleiki, samstarv, OK, netverk, álítandi, samband, semja, fyrikomandi, nýtt, uppliving, umsorgan, góðska, friður, deiligt, javnvági, ábyrgd, framgongd, ávirkan, virðing, vakurleiki, trygt, gott, felagsskapur, flott, undirhald, nøgdsemi, smílast, blíðskapur, opið, bjóða, avbjóðing, trúgv, tolsemi, heiðra, eydna, fyrigeva, heilsa, rættvísi, mót, opinleiki, ævintýr, høgt, kreativtur, vælkomin, menning, frælsi, eydna, frískur, vón, tryggleiki, avbjóðing, ljós, geva, vælvera, samskifti, vísdómur, stuttligt, harmoni, viðurkenna, kenslur, spæla, tora, læra, yvirskot, orka, deila, sannleiki, styrki, vinskapur, meira, betri, flest, óttaleysur, lívsgleði, lív, dirvið, einastandandi, takk, droyma, vøkstur, lætt, frameftir, fagurt, tænasta, elska, hvíld, best, fagnaðurl, fremst, flenna, njóta, yes, hetja, spennandi, lurta, frítt,