Í 1933 gav Aksel Sandemose út skaldsøguna, ”En flygtning krydser sit spor”. Í søguni lesa vit um ein bý, sum hevur navnið Jante. Í hesum býi stríðast øll ein harðan dyst, fyri at halda hvørjum øðrum niðri. Øll hava eyguni við hvørjum øðrum, og øll gera alt hvat tey eru ment, at trýsta niður á hvønn annan. Býurin er stutt sagt, í einum neurosu-tilstandi. Í skaldsøguni er eisini Jantelógin við sínum 10 boðum:
1. Tú skal ikki halda, at tú ert nakar
2. Tú skal ikki halda, at tú ert líka sum vit
3. Tú skal ikki halda, at tú ert klókari enn vit
4. Tú skal ikki billa tær inn, at tú ert betri enn vit
5. Tú skal ikki halda, at tú veit meira enn vit
6. Tú skal ikki halda, at tú ert meira enn vit
7. Tú skal ikki halda, at tú dugir nakað
8. Tú skal ikki flenna eftir okkum
9. Tú skal ikki halda, at nakar heldur av tær
10. 10 Tú skal ikki halda, at tú kanst læra okkum nakað
Eftir at skaldsøgan kom út, legði rithøvundurin eitt boð afturat Jantelógini, og var tað: Tú heldur kanska ikki, at vit ikki vita okkurt um teg?
Jantelógin sum skálkaskjól
Í Føroyum hava vit eisini, sum so nógv onnur lond, menniskju sum droyma um at gera sínar dreymar til veruleika. Nøkur koma ikki longri enn at droyma, meðan onnur taka seg so mikið saman, og fara í gongd við eina verkætlan. Tíverri síggja vit oftani, at um hesi fólk møta mótgongd - t.d. frá íleggjarum, samstarvsfelagum ella peningastovnum, so verja tey borg við at siga: Fuck Jantelógina !!!
Jantelógin er eftir hondini blivin ein afturvendandi umbering, tá tað ikki eydnast hjá einum sjálvum. Um nakað endar galið – t.d. ein órealistisk verkætlan, har evnini ikki røkka til, so er altíð lætt at geva Jantelógini skyldina. Og tað er júst hesin útvegurin sum ger, at vit ongantíð veruliga taka okkum saman – taka ábyrgd og gera okkara besta. Jantelógin verður oftani brúkt sum ein umbering, fyri manglandi evnum, dirvi og succes.
Vit elska vinnarar
Um Jantilógin veruliga var eitt hugtak sum blómaði í Føroyum í dag, so hevði nógv verið øðrvísi. Tí vit elska, og síggja upp til okkara ítróttarfólk, listafólk og fleiri av okkara vinnulívsfólkum. Vit gleðast um sigrarnar sum hesi fólk fáa á teirra lívsins vegi, og vit njóta at lesa og hoyra um tey. Anna í X-Faktor fær fullan stuðul, og eina rúgvu av atkvøðum frá sínum landsmonnum. Vit gleðast yvir, tá tað gongur gott hjá Teiti og Eivør, og øll vóna og ynskja, at Guðrun & Guðrun fara at fáa enn meira succes. Vit tola eisini at hesi fólk snáva, og vit tola væl at tað eru tíðir, har tey klára seg minni gott. Men tey flestu av okkum tola ikki, um hesir úrmælingar geva Jantelógina, og har við samfelagnum skyldina av teirra niðurløgum og manglandi úrslitum.
Tað er eingin ivi um, at Jantelógin er og kemur altíð at verða – serliga í smáum samfeløgum. Men oftani er hetta hugtak bara ein forðing í eins egna høvdi – ein lættur útvegur, tá evnir og orka ikki røkka til hjá einum sjálvum. Tá er tað gott at hava ein syndabukk.....Jantelógina/samfelagið
Okkara egnu tankar, er tann størsta forðingin
Jantelógin virkar sum ein forðing í eins egna høvdi – ein múrur, sum forðar okkum at fáa succes. Men hví er tað soleiðis? Hví er tað okkara egnu tankar, sum eru tann størsta forðingin fyri okkara egna framburði? Sjálvur haldi eg, at vit søkja okkum hvílu og skjól, fyri ikki at útseta okkum fyri vanda og álopum. Vit føla okkum eisini tryggast á okkara heimabeiti, tí har kenna vit umstøðurnar, og har er eisini skjótt at finna skjól, um álop skuldi komið uttanífrá. Umframt hetta, so geva okkara vanar okkum eisini tryggleika. Vit eru sera vanabundin, og vit gera tað, sum vit eru von við at gera. Og tí kunnu vit eisini vænta at fáa tað, sum vit altíð hava fingið.
Tað sum kann vera ræðandi er, at áðrenn vit vita av, so er tíðin farin frá okkum. Sum 80 ára gomul – er tað bæði keðiligt og eitt vónbrot at síggja í eyguni, at tann størsta forðingin sum vit møttu á okkara lívsins vegi, vóru tankarnir inni í okkum sjálvum.
Niclas Heri Jákupsson, mars 2010