Tann størsta forðingin sum vit menniskju hava, er ikki framman fyri okkum, men inni í okkum. Neiligir tankar um okkum sjálvi, og óttin um hvørjar tankar onnur hava um okkum, leggur eitt stórt lok á øll tey evni og alla ta orku, sum vellir innan í okkum.
Um vit megna at knúsa teir neiligu tankarnar, og fylgja okkara innastu dreymum, so eru tað ongar royndir, eingi stopp-ur og ongar málstrikur, sum kunnu máta og rokna hvussu langt vit megna at koma.
Lat ikki tíni góðu evni og tína brúsandi orku fara til spillis, bara av neiligum tonkum um teg sjálvan !
Just do it – Yes you can !