/ Greinar / Kaffi stressar

Kaffi stressar

Um ein ynskir meira orku, so kann ein minka um nýtsluna av kaffi og sukri. Soleiðis sigur kendi fitnessguruin Chris McDonald. Kaffi, sodavatn, og góðgæti styrkir ikki nærlagnið sum tey flestu halda, men gevur kroppinum hinvegin sukursjokk...og tað stressar kroppin.

Ein koppur av kaffi inniheldur 200 mg koffein, og hevur eina hálveringstíð á 8 tímar. Hevur ein meira enn 150 mg koffein í blóðinum við songartíð, so kann tað vera trupult at sova – og svevur ein ikki væl, so hevur ein minni orku.

Ein fær eitt kick av at drekka kaffi. Orsøkin til tað, er at koffein frigevur dopamin, sum gevur einum eina kenslu av gleði og orku. Men hetta er sum ein skreiðibreyt – tí ein kemur eisini niður aftur – langt niður aftur, sigur Chris McDonald.

Hetta merkir at tað er ein høgur kostnaður ein má gjalda, fyri at fáa ein dopaminrús.

Ein kanning sum granskarar á Duke Universitet i San Diego hava gjørt vísir, at fólk sum drekka fýra til fimm koppar av kaffi um morgunin, hækka blóðtrýstið og økja um strongdhormonini í blóðinum.

Kanningin vísti, at persónar sum drekka nógv kaffi, hava nógv hægri innihald av stresshormoninum adrenalin og noradrenalin í blóðinum. Hesi evni eru sera hent tá kroppurin skal reagera í eini vandamiklari støðu, men skaðilig fyri hjartað, um ein í fleiri ár hevur ov nógv av hesum hormonum í blóðinum.

Kanningin vísti eisini, at sjálvt menniskju sum drekka kaffi í rímiliga moderatum mongdum, fáa eina kenslu av, at hava haft ein strongdan dag. Og er man so strongdur frammanundan, so verður effektin sjálvandi tað størri.

Strongdhormonir fáa blóðtrýstið at hækka og fáa pulsin at sláa skjótari. Yvir eitt longri tíðarskeið er hetta sera skaðiligt. Æðrarnar fáa skaða og immunverjan viknar, og man er meira útsettur fyri at fáa blóðtøpp og aðrar sjúkur.

 

 

Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo