/ Útbúgvingar og skeið frá Axept / Leiðsluskeið fyri kvinnur

Leiðsluskeið fyri kvinnur

Saman við kendu donsku fyritøkuni Axept, kunnu vit nú bjóða kvinnuligum leiðarum til eitt dynamiskt og mennandi skeið, sum er bæði stuttligt og gevandi.

Tað er stjórin í Axepi Birgitte Jepsen, sum kemur at hava hetta skeiðið og verður tað hildið í september 2013.

Á skeiðnum kemur Birgitte inn á alt tað nýggjasta innan leiðslu, kreativitet og um at netverka. Um hvussu arbeiðsgleði og trivnaður kann menna og styrkja eitt arbeiðspláss. Um at fáa fulla nyttu av eins evnum og førleikum. Amboð at royna ymiskar leiðsluháttir, fyri at finna fram til, hvør roynist best, og nógv nógv annað. Les meira her
Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo