/ Greinar / Lívsgleði fyribyrgir hjartasjúku

Lívsgleði fyribyrgir hjartasjúku

Um tú følir teg betur og blívur meira lukkuligur við at ganga ein túr, ella lurta eftir fuglunum, so skalt tú sjálvandi royna at gera tað javnan. Nýggjar kanningar vísa, at tað kann vera við til at halda hjartasjúkum burtur.
 
At smílast og at útstrála lívsgleði, er ikki bara gott fyri tey sum tú dagliga ert saman við. Tað minkar eisini um møguleikan at fáa hjartasjúku, og tað ger at tú svevur betur um náttina.
 
Kanadiskir granskarar hava kannað 1739 persónar, og hava teir víst á, at samsvar er ímillum jaligan lívshugburð og møguleikan fyri at fáa álvarsligar hjartasjúkur og blóðtøpp í hjarta.
 
Professarin og yvirlæknin Eva Prescott, á Kardiologisku deildini á Bispebjerg Hospitali, heldur, at hendan kanning er sera spennandi. “At hyggja eftir hvat verjir móti hjartasjúkum er rímiliga nýtt – vanligt hyggur man eftir, hvat tað er sum elvir til hesar sjúkur, so hetta er ein jaligur boðskapur at koma út við”, sigur hon.
 
Teir kanadisku granskararnir hava í 10 ár fylgt  við 1739 persónum.
Verkætlanin byrjaði við at gera samrøður við persónarnar, og persónarnir vórðu mettir hvussu jaligir teir vóru. Tað bleiv gjørt við at máta og meta um hvussu tær góðu kenslurnar hjá persónunum komu til sjóndar – s.s. gleði, lukka, spenningur, eldhugi, nøgdsemi o.a. Hetta bleiv gjørt sum sagt, við samrøðu, men aftaná samrøðuna bleiv eisini hugt eftir videoupptøkum, fyri at granska andlitsbragdið (mimikkin) hjá persónunum.
 
Á einum stiga frá 1 til 5, góvu granskararnir 1 stig til persónar sum ikki
vístu nakað til lívsgleði og jaligan lívshugburð, og 5 stig til teir persónar, sum høvdu framúr stóra lívsgleði. Samstundis fvórðu allir persónarnir heilsukannaðir av lækna. Kanningin vísti, at teir persónarnir sum lógu ovast á positiva stiganum, sum heild eisini høvdu betriheilsu, enn teir sum lógu niðarliga á stiganum.
 
Hetta bleiv eg ikki bilsin av, sigur Eva Perscott: “Tey flestu vita, at tað er samsvar millum tunglyndi og hjartasjúku”.
 
Stigin ið varð nýttur var hesin:
 
1 Onga Lívsgleði
2 Lítla Lívsgleði
3 Moderata Lívsgleði
4 Fríska Lívsgleði
5 Sera sera fríska Lívsgleði
 
Kanningin vísti, at fyri hvørt stig sum persónarnir kundu klintra upp eftir positiva stiganum, so minkaði vandin fyri at fáa hjartasjúku heili 22%. Dr. Karina Davidson, sum hevur verið við til at gjørt kanningina sigur: “Luttakararnir sum blivu bólkaðir undir “Onga Lívsgleði”, høvdu 22% størri møguleika at fáa hjartasjúku, enn luttakararnir sum “Lítla Lívsgleði” høvdu. Og tey sum høvdu “Lítla Lívsgleði” høvdu 22% størri møguleika at fáa hjartasjúku, enn teir luttakarar sum vóru bólkaðir undir “Moderata Lívsgleði”.
 
Sjálvt um Eva Prescott heldur at kanningin hjá kanadisku granskaranum er áhugaverd, so er tað tó eitt sum manglar: “Granskararnir vísa á, at tað er samsvar millum lívsgleði og hjartasjúku, men spurningurin er, um orsøkin er tað jaliga, ella um jalig menniskjur hava ein øðrvísi lívstíl.
Granskararnir hava ikki tikið hædd fyri avgerandi faktorum, s.s. motión og kost. Eg eri vís í, at tað hevur ótrúliga nógv at siga", sigur Eva Prescott. Men Eva heldur at kanningin er sera sera áhugaverd. Hendan kanning fer á ávirka hvussu vit í framtíðini fara at granska í lívsgleði.
 
Karina Davidson sigur, at tað er umráðandi at finna útav, hvat tað er sum gevur okkum gleði í dagligdegnum: “Um tú elskar at lesa, men følir at tú ongantíð hevur tíð til tað, set so bara 15 minuttir av um dagin til at lesa. Um tú elskar at ganga ella lurta eftir tónleiki, set so hesar aktivitetir inn í tín kalendara. Tað sum hevur týdning er at brúka nakrar minuttir hvønn dag at hvíla og hava tað stuttligt, tí tað  er bæði gott fyri heilsuna og sálarligu støðuna, og samstundis gott fyri kroppin.
 
Skriva hevur Mette Lund – umsett hevur NHJ
Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo