/ Greinar / Mangul uppá D-vitaminir
Ert tú troyttur og hevur pínu í vøddum og liðum, og hevur sjúkueyðkennir, sum minna um strongd, so nýtist tað ikki at vera tað - tað kann vera tekin um D-vitaminmangul.

Kanningar vísa, at 4 hvør dani hevur undirskot av D-vitaminum um veturin, og er høvuðsorsøkin, at danir fáa ov lítið av sól um veturin. Og so kann ein spyrja seg sjálvan: Um støðan er so vánalig hjá dønum, hvussu munnu føroyingar so vera fyri, tá talan er um D-vitaminir?
 
Keldan til D-vitaminir
Høvuðskeldan til D-vitaminir, eru tær sólstrálur, sum raka húðina, men vit fáa eisini D-vitamir við at eta fisk og egg – her serliga feitan fisk, s.s. laks, tun, makrel, sardinir o.a. Eisini mjólk inniheldur nakað av D-vitaminum.
 
Sjúkueyðkennir
Sjúkueyðkennini  ið ein følir, um ein hevur undirskot av D-vitaminum eru møði og pína í vøddum, liðum og beinagrindini.
 
Vit kunnu við einari blóðroynd máta, um vit hava nokk av D-vitaminum. Talið skal liggja oman fyri  50 nmol/l = nanomol pr. litur.  Um talið liggur millum 25 og 50, so er talan um mangul. Um talið liggur millum 12 og 25, er talan um stóran mangul, og er talið niðanfyri  12 nmol/l, er talan um álvarsaman mangul av D-vitaminum.
 
Fylgjur av at hava ov lítið av D-vitaminum
D-vitaminir tryggja okkum ta ræøtu javnvágina sum skal vera í okkara immunverju, og hava vit mangul, so ávirkar hetta okkara orku, hýrin og okkara blóðsukurjavnvág. Fleiri nýggjar kanningar vísa, at tað er vandamikið um ein hevur mangul á D-vitaminum. Immunverjan gerst veik, og vit eru  t.d. meira útsett fyri at fáa fleiri sløg av krabbameini. D-vitanminir upptaka eisini kálk, so um vit mangla D-vitaminir, so kunnu vit eisini fáa kálkmangul.
 
Hvat kann ein gera?
Tíbetur eru tað viðurskiftir ein sjálvur kann gera nakað við. Sum sagt, so er sólin høvuðskeldan til okkara D-vitaminframleiðslu, men tá vit ikki hava so nógva sól í Føroyum, so kann tað blíva ein trupulleiki. Men vit kunnu avgjørt fáa nakað av D-vitaminum inn við góðum kosti, s.s. eggi og feitum fiski. Men vit kunnu sjálvandi eisini taka D-vitaminir sum tablettir.
 
Men sum altíð, so er tað best at tosa við læknan áðrenn ein ger nakað, tí ov nógv av D-vitaminum er heldur ikki gott. Tá kann ein fáa vaml, høvuðpínu og ólag í tarmunum.   
 
Kelda: Netdoktarin
Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo