Tað verður sagt, at mátin vit hugsa, avgerð hvussu vit blíva. Vit velja hvat vit hugsa, og vit blíva tað vit hugsa.
Tann jaligi hugsar: Eg skapi mítt egna lív. Tann neiligi hugsar: Soleiðis er mítt lív bara.
Tann jaligi hugsar: Eg vil vinna. Tann neiligi hugsar: Bara eg ikki tapi.
Tann jaligi hugsar stórt. Tann neiligi gongur í smáum skóm.
Tann jaligi sær upp til vinnarar. Tann neiligi miskunnar vinnarum.
Tann jaligi finnur saman við øðrum jaligum menniskjum. Tann neiligi finnur saman við neiligum menniskjum.
Tann jaligi takkar fyri rós og heiður. Tann neiligi skammast við rós.
Tann jaligi bjóðar sínum ótta av. Tann neiligi letur seg stýra av sínum ótta.
Tann neiligi hugsar: Hatta havi eg ongantíð gjørt fyrr. Tann jaligi hugsar: Nú havi eg møguleika at vera tann fyrsti sum roynir hetta.
Tann neiligi sigur: Eg havi ikki tíð til slíkt. Tann jaligi hugsar: Eg má broyta mína arbeiðsgongd, so tað verður pláss til hatta.
Tann neiligi sigur: Eg mangli royndir og vitan. Tann jaligi sigur: Lat meg biðja um ráð frá einum sum veit betur.
Tann neiligi hugsar: Hetta havi eg ikki ráð til. Tann jaligi hugsar: Eg kann við vissu spara onkrastaðni.
Tann neiligi sigur: Hetta fer ongantíð at ganga. Tann jaligi hugsar: Um tað ikki riggar fyrstu ferð, so royni eg enn einaferð.
Tann neiligi hugsar: Hatta mugu onnur taka sær av. Tann jaligi hugsar: Eg eri tilreiðar at læra nakað nýtt.
Tann neiligi byggir múrar. Tann jaligi byggir brýr.
Tann neiligi sær forðingar. Tann jaligi sær møguleikar.
Tann neiligi sær ein neytalort. Tann jaligi sær gjødning.
Tann neiligi velur neiligar tankar. Tann jaligi velur at hugsa jaliga !