Vit eru tað sum vit gera umaftur og umaftur. Og tí avgera okkara vanar hvørji vit eru.
Granskarar hava funnið út av, at tað tekur heilanum 21 dagar, at venja seg við nýggjar vanar.
Vilt tú broyta ein vana, so ert tú noyddur at endurtaka nýggja vanan umaftur og umaftur, til hann situr fastur.
Heilagranskarar vísa á, at um man venur heilan við ein nýggjan vana, so gera signalevnir í heilanum nýggjar ”motorvegir” í heilanum. Men tað tekur tíð at broyta gamla mynstrið, og tað tekur tíð at venja tankarnar at “koyra” eftir hesum nýggju vegunum - tað krevur í roynd og veru, at man venur heilan dagliga, í 21 dagar.
So hví ikki sleppa sær av við ein, ella broyta ein keðiligan vana? Ella kanska at fáa sær ein nýggjan góðan vana?
Gev tí eina roynd. Ger ein kalendara, har tú telur 21 dagar niður. Á hendan hátt heldur tú eisini fokus á uppgávuna, og tú sær lættari málið fyri tær. Um tað ikki eydnast, so verður tú í hvussu er ikki verri fyri aftaná.
Góða eydnu