Finn tín setning (missión)
Líkamikið hvussu smartur og struktureraður tú verður, og líka mikið hvussu nógv kynstur tú lærir, so fer tað altíð at vera meira at gera, enn nú nakrantíð fær tíð at gera.
Tí er tað umráðandi at finna ein skilagóðan hátt, at prioritera tíðina og lívið uppá.
Tað er lættari at finna út av hvat ein vil, og hvat er gott fyri ein fyribils, um man veit hvat tað er ein vil við framtíðini í huga. Tí kann tað verða eitt gott hugskot at spyrja seg sjálvan:
Hvat er setningurin í mínum lívi ?
Tað eru nakrar leiðreglur, sum kunnu verða góðar at hugsa um, tá man skal finna út av, og skriva sín lívs setning niður:
- Setningurin skal verða jaliga orðaður
- Orðini "verða" og "skapa" kunnu gott verða í setninginum
- Setningurin skal verða um teg sjálvan og onnur
- Hann skal vera realistiskur fyri teg
- Hann skal vera stuttur
- Hann skal vera kensluborin
- Hann skal gera tað glaðan. Virkuliga glaðan
Dømir uppá persónligar setningar:
- At vera glaður
- At uppliva heimin
- At gera mun fyri onnur
- At skapa rættvísi og líkarætt
- At vera erligur, rættvísur og gevandi menniskja
- At vera ein góður maður og pápi
- At vera positivur og smittandi
- O.s.fr.
Sum sagt, so er hetta ein stórur spurningur, sum tú kanska ikki hevur hugsa um fyrr….í hvussu er ikki so konkret.
Set nakrar minuttir av, og royn at finna nakrar setningar, sum fyrst renn fram fyri teg. Tú kanst altíð broyta tín setning. Um nakrar dagar tá alt hevur lagt seg, so kemur tú kanska fram við fleiri møguleikum.
Skriva alt niður, men royn og ver konkretur, har tú finnur ein setning sum tú følir er rættur til tín.
Tín setningur skal avspegla tey mest grundleggjandi virðini í tínum lívi. Hvat tað er sum hevur størstan týdning fyri teg.
Tá tú hevur funnið tín lívssetning, so ert tú vitandi um tíni grundleggjandi virðir. Og við einum setningi, verður nógv lættari hjá tær at prioritera, hvat tú skal brúka tíðina til.