/ Rættar spurningar

Rættar spurningar

At stilla teir røttu spurningarnar

Sum smádrongur hoyrdi eg mangan, at skuldi eg blíva góður sølumaður, so var neyðugt, at duga væl at tosa. Men eldri eg eri blivin, meira havi eg funnið útav, at tað einki hevur við veruleikan at gera. Skal ein blíva eitt gott sølufólk, so skal ein vera góður til tað øvugta…..ein skal duga væl at lurta og spyrja.

Við at spyrja og lurta, so vísa vit virðing og áhuga fyri kundanum. Meira kundin fortelur okkum, meira vitan fáa vit um kundan, og hvat tað er hann ynskir. At selja snýr seg um at nøkta tørvin hjá kundanum - og hvør veit best hvat kundin ynskir.....kundin sjálvur, sjálvandi.

Vísa vit virðing og áhuga fyri kundanum – samstundis sum vit fáa vitan um, hvat tað er hann ynskir, so eru allar hurðar opnar, fyri at tú og kundin kunnu gera ein góðan handil.

Niðanfyri eru nøkur dømir uppá nakrar spurningar. Tú kanst sjálvandi seta onnur nøvn á vørurnar:

  • Hvat hugsar tú…nú tú hevur roynt súkkluna?
  • Tú sigur at maskinan er ov stór….hvussu lítil vildi tú ynskt at hon var?
  • Hvat heldur tú skal til….fyri at tú vilt keypa hesa songina?
  • Hvussu føldist tað…at royndarkoyra bilin?
  • Tú sigur at hann var sera góður....hvat leggur tú í orðini ”sera góður”?
  • Hvat hugsar tú tá tú sigur …at kjólin er ov dýrur?
  • Eru tað onnur viðurskiftir…enn prísurin, sum hava týdning fyri teg?
  • Um tú skuldi keypt bátin…nær vildu tú yvirtikið hann?
  • Havi eg skilt tað rætt….at tit hava áhuga í hesum køliskápinum?

 

 

Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo