Fordómar og ótti - góð ráð at vinna á forðingum tá tað snýr seg u
Tað finst eitt hav av søluteknikkum og góðum ráðum, men um tú ikki ert motiveraður og hevur rætta hugburð, so nytta hesi hugtøk einki. Tað er torført at selja, og tað eru fleiri sølufólk sum føla ein vissan ótta, fyrstu ferð tey seta seg í samband við ein kunda. Men um tú ynskir at selja og blíva góður á tínum øki, so er neyðugt at síggja hesar forðingar í eyguni, og gera nakað við tað. Eingin sigur at tað er lætt at selja.
Tað eru fleiri fordómar knýttir at sølufólkum. Serliga tí man “heldur” at sølufólk eru átreingjandi, og tosa meira enn tey lurta. Sjálvur trúgvi eg eitt sindur uppá hesar fordómar, einamest tí man í Føroyum til allar tíðir, er vanur við donsk áleypandi og væl tosandi sølufólk, sum tosa ein um koll. Og áðrenn man veit av, so hevur man keypt fleiri ferðir meira, enn man hevur brúk fyri. Hesar fordómar, kanst tú sjálvur vera við til at beina av vegnum. Tí at selja snýr seg um alt annað enn at vera smartur og væl tosandi.
Motivatión at selja
Um tú skal fáa fólk at hjálpa tær at smíða eitt skip, mást tú vekja teirra áhuga fyri havinum, lesa vit í søguni: “Den lille prins”. Motivatión hevur sera nógv at siga, tá man selur. Sølufólk eru andlitið út eftir, og mugu tey vera væl uppløgd og væl fyri, tá tey møta kundanum. Tað er líkamikið um motivatiónin er vinningurin, vøran, tín status, ella fyritøkan sjálv sum motiverar teg – tað er bara umráðandi at man følir seg motiveraðan at fara í gongd við at selja, dag út og dag inn. Ein máti, framhaldandi at hava hug til hetta starv, er ongantíð at standa í stað. Merkiligt nokk, so venja gullvinnarar í OL, 5 ferðir um vikuna, umframt at teir luttaka í øllum møguligum kappingum. Soleiðis eiga góð sølufólk eisini at gera, tí hevur man ynski at blíva eitt betri sølufólk – kanska tað besta í Føroyum, so krevur tað at man venur og venur og venur og venur. Ein máti at blíva betur, er at duga at eygleiða kundarnar og teirra atferð, men kanska er tað enn meira umráðandi at eygleiða seg sjálvan – hvat geri eg skeivt og hvat geri eg rætt?
Tá vit tosa um at vera motiveraður, so snýr tað seg um, at finna ta grundleggjandi gleðina at selja, tað sum man selur. Líkamikið hvat tú selur, so mást tú sum sølufólk gleða teg at fara upp um morgunin – tú ert jú andlitið úteftir, og tú mást vera vælupplagdur og væl fyri.
Søluhættir og fordómar
Fleiri seljarar hava tíverri eitt keðiligt umdømi, og tað eru nógv sum vilja sleppa undan sølufólkum. Kundin vil eisini hava frælsi, sjálvur at taka avgerðir, og hann hevur ringt við at góðtaka, at onkur annar skal fortelja honum, hvat og nær hann skal keypa. Møguliga er tað júst tí, at internethandilin veksur við rúkandi ferð.
Tað er eingin serligur søluháttur sum fær øll fólk at hungra eftir tínari vøru. Skal man gerast eitt gott sølufólk, so er tað umráðandi at man er ein sjálvur, og man roynir at vera opin og erligur, samstundis sum man virðir kundan, og lurtar eftir hvat tað er kundin ynskir. Tað er eisini umráðandi at man fyrikomandi, blíður og smílandi - og at man virðir ynskir og meiningina hjá kundanum.
Søla er tað tú ger tað til. Meira jaligur tú ert, lættari verður tað at fáa kundan at samstarva við eg. Jú betri tú ert til at lurta eftir kundanum, jú meira vitandi ert tú. Vitan er jú lykilin til at gerast eitt gott sølufólk.
Søla í framtíðini
At selja er ikki at prakka vørur uppá fólk, og har við fáa so nógvar krónur sum til ber í kassan. At selja er at byggja brýr millum teg og keyparan, skapa álit og virðing, soleiðis at møguleikarnir fyri einum enn breiðari og størri samstarvi eru til staðar. Kanningar vísa, at í meðal fortelur hvør keypari trimum fólkum um eina jaliga keypiuppliving – og einki marknaðarátak tekur nakrantíð munn til munn metoduna.
Fyri eitthvørt sølufólk er tað eisini ein fragd at selja til glaðar kundar, sum føla at teirra tørvur verður nøktaður, og at kundin sjálvur ger av nær og hvat hann vilja keypa. Tá man sum sølufólk kann skapa hetta álit, hvørvur allur ótti og allir fordómar, sum eru knýttir at tí at selja.