/ Greinar / Flenn og renn frá Strongd !

Flenn og renn frá Strongd !

Vísindaligar kanningar vísa á, at um man er strongdur, so hjálpir tað væl at motionerað og at flenna. Við at renna og flenna, frígevast evnini Endorfinir og Morfin. Hesi evnir, eru til stóra hjálp hjá fólkum, sum líða av strongd og depressión.  

Orðið ENDORFIN kemur av tveimum latínskum orðum. ”Endorgen”, sum merkir innan úr kroppinum, og ”Morfin” sum vit kenna sum rúsevni og sum heilivág. T.v.s. at endorfin merkir - morfin sum kroppurin sjálvur framleiðir.

Endorfin er eitt transmitt-evni, sum verður frígivið – bæði frá heilanum og frá mønuni. Endorfinir doyva strongd og pínu, og styrkja immunverjuna. Evnið ger okkum eisini væl fyri sálarliga og kropsliga, og vit verða betri nøgd og glaðari. Endorfin er okkara egni heilivágur og hann er  ókeypis, og heilt uttan hjáárin.  

Tað eru fleiri ting sum frígeva Endorfinir – millum annað, motión, ástarhugur og látur fyri at nevna nøkur.

Endorfinir geva sálarliga vælveru, og er gott fyri menniskjur sum líða av strongd ella depressión. Tey sova betur, fáa betur matarlyst og fáa meira orku. Spenningar í vøddunum og óró í kroppinum hvørva, og tey síggja jaligari uppá tilveruna.

Eitt annað evni sum eisini verður frígivið tá vit t.d. dyrka motión ella flenna, er dopamin. Dopamin er eitt týdningarmikið evni fyri heilan – heilakyknurnar brúka dopamin til at senda boð sínámillum. Júst sum endorfinir, so fær dopamin okkum eisini at føla okkum væl, og doyvir pínu. Dopamin hjálpir okkum eisini at minnast betur, og styrkir okkara evnir at konsentrera okkum.

So eini góð ráð fyri at fáa tað betur, er at renna og flenna meira !


Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo