Eitt menniskja við lítlari sjálvsvirðing, hevur brúk fyri at vita, at tað er nakað. Tí ger tað alt sum tað ført fyri, at prógva at tað KANN nakað. Men at duga nakað gevur ikki sjálvsvirðing, men sjálvsálit. Sjálvsálitið hjá einum menniskja broytist alla tíðina, og má í heilum byggjast um.
Fólk við lítlari sjálvsvirðing trúgva ikki uppá seg sjálvan. Sjálvt um tey klára seg væl, bæði í arbeiði og í skúla, so duga tey ikki at taka ímóti rósi ella herðaklappi. Tá tey fáa at vita at tey eru góð nokk, so kunnu tey enntá hugsa: “Nú hoppaðu tey enn einaferð uppá tað. Tey rósa mær og siga at eg dugi gott – men tey vita ikki hvussu vánalig eg eri”.
Um man hevur lágt sjálvsvirði, so livur man nógv uppá hvat onnur halda, meina, hugsa og siga. Við lítlari sjálvsvirðing er tað skjótt, at man er áskoðari til sítt egna lív, tí man letur onnur seta dagsskránna í sínum lívi. Man hyggur eftir sær sjálvum og samanlíknar seg við onnur. Fólk við lágari sjálvsvirðing hugsa oftani: EG BURDI...... . Tey lata alla tíðina onnur verða dómarar um tey eru góð nokk ella ikki.
At hava sjálvsvirðing er at VERA. Man hevur eitt virði tí man er nakað. At hava sjálvsvirðing, er at man er tilvitandi um sína grundtilveru, uttan at skula prógva nakað fyri nøkrum. At hava eitt fast fundament í sær sjálvum, og at man hvílur í tí persóni sum man er, sum ikki er ávirkaður av hvussu onnur síggja ein.
Eitt menniskja við sjálvsvirðing setur altíð seg og sín tørv í fyrstu røð. Tað eru teirra egnu ynskir, kenslur og tørvur sum vísir vegin og motiverar tey. Og tey handla og velja út frá teirra egnu ynskjum. Tey skíta á hvat onnur halda og hugsa, og hvat fyri fordómar onnur fólk hava.
Eitt menniskja við sjálvsvirðing hevur yvirskot at vera nakað fyri onnur, uttan at seta seg sjálvan til síðis.
Sjálvsvirðing er ein grundleggjandi sálarlig støða og proces . Ein sjálvvirkandi háttur at møta verðin og lívinum uppá, samstundis sum man hevur eina sterka kenslu av, at man er góður nokk.
Eitt menniskja við lítlari sjálvsvirðing, torir ikki at vera sum tað er. Man veit ikki ordiliga hvør man sjálvur er. Man dugir ikki væl at føla sín egna tørv og hug - og kennir ikki síni egnu mørk. Og um man einaferð roynir at bróta úr sær sjálvum, so tolir man einki av. Tað nýtist bert at vera eitt orð sum onkur sigur, so vendir man tað beinanvegin í móti sær sjálvum. Tað kann eisini vera at onkur sum hyggur uppá ein á ein serligan hátt, ja, so lítið skal til fyrr enn man følir, at man ger okkurt galið, og at man ikki er góður nokk.
Fólk við lítlari sjálvsvirðing , føla eina skomm at “vera” sum tey eru. Tey hava eisini eina skuldarkenslu íð ger at tey “handla” soleiðis sum tey gera – alt leypur saman, og man hevur eina greiða fatan av sær sjálvum, at man er eitt vánaligt menniskja, at man ikki hevur uppiborið betur, og man skilur enn tá væl, at soleiðis má tað verða.