/ Greinar / Strongd - eisini ein ábyrgd hjá leiðsluni

Strongd - eisini ein ábyrgd hjá leiðsluni

Strongd – eisini ein ábyrgd hjá leiðsluni

 

Leiðararnir á fyritøkum mugu hava dirvi og førleika at avlesa broyttan atburð orsaka av strongd og duga at samskifta við strongd starvsfólk fyri at hjálpa undir tryggum kørmum.

Mamma, føl hvussu ilt eg havi tað, segði smádrongurin við mammu sína, tá hann kom grátandi inn í køkin eftir at hava meitslað sær knæið í einum fótbóltsdysti. Føl hvussu ilt eg havi tað, er ein sera abstraktur, undarligur og samstundis ironiskur setningur at siga. Tað totalt ógjørligt svara hesari útsøgn. Ja, sjálvt um talan er um eina likamliga pínu, sum vit kunnu síggja við berum eygum, so kunnu vit ongantíð føla, hvussu ilt eitt annað menniskja hevur tað. Ímynda tær so, hvussu torført tað er at føla, hvussu ilt eitt menniskja hevur tað, tá talan er um sálarliga pínu?


Danmark

Nýggjastu kanningarnar í Danmark vísa, at fjóðra hvørt menniskja hevur verið hjá læknanum við illgruna um strongd. Fyri 10 árum síðani var talan um sætta hvørt menniskja, so rákið fer tíverri skeiva vegin. Ein kanning sum Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø í Danmark gjørdi síðsta ár, vísir greitt, at orsøkin til størsta partin av teimum, sum verða sjúkameldað av strongd, er at finna á arbeiðsplássunum.

 

Strongd – ein hóttan

Vit mugu viðganga, at strongd er ein hóttan móti einum og hvørjum arbeiðsplássi og um vit ikki gera nakað fyri at fyribyrgja hesari hóttan, so kunnu avleiðingarnar vera ræðuligar – bæði fyri persónin sjálvan, familjuna og nærumhvørvið, men eisini fyri arbeiðsplássið – bæði fíggjarliga og fakliga.

 

Í dag er evnið strongd tíbetur ikki tabu. Flestu arbeiðspláss hava havt vitjan av fyrilestra- og skeiðhaldarum, sum hava kunnað starvsfólkini um, hvat strongd er og hvussu arbeiðsplássið og hvørt einstaka starvsfólkið kann gera fyri at fyribyrgja strongd. Eisini hava tey flestu arbeiðsplássini árligar ella hálvárligar trivnaðarsamrøður, har leiðararnir hava møguleiga at hava eina persónliga samtalu við starvsfólkini. Trupulleikin við hesum samrøðum er, at ofta eru hesar samrøður standard-samrøður. Ofta hava leiðarnir hvørki dirvið ella førleika at spyrja inn til ta vitan, teir fáa undir einari slíkari samrøðu. 

 

Broyting í atburði og sinnalagi

Strongd er ikki nakað, sum ein starvsfelagi fær ein mánamorgun kl. 10.00. Tað tekur drúgva tíð hjá einum og hvørjum menniskja at blíva so mikið illa fyri av strongd, at tað missir síni arbeiðsevni. Tað eru ótrúliga nógv greið og sjónlig tekin í sól og mána, áðrenn eitt starvsfólk blívur so illa fyri, at tað ikki megnar sítt arbeiði.

 

Eitt starvsfólk, sum hevur strongd, byrjar sum oftast at hava fleiri sjúkradagar. Persónurin broytir eisini atburð og atferð. Viðkomandi hevur verri og verri við at taka avgerðir og sleppur sær meira og meira undan ábyrgd. Persónurin blívur eisini meira beiskur og einki skal til, fyrr enn viðkomandi øvundar øðrum starvsfeløgum, øsir seg um lítið og lætt og einki er stuttligt longur. Viðkomandi blívur eisini meira dølskur og seinur, og hevur verri við at minnast og torført við at hugsavna seg. Sum heild hevur hann/hon eisini neiligar meiningar um tað mesta. Kensluliga er persónurin eisini av sporinum, kann vera ísakaldur yvir fyri nøkrum, sum øll onnur hava kenslur fyri, men samstundis kann viðkomandi tára/gráta um nakað, sum vanlig fólk ikki halda hevur nakað uppá seg.

 

Atburðurin hjá einum strongdum starvsfelaga kann eisini síggjast eitt nú til starvsfólkaveitslur – um viðkomandi møtir upp. Fleiri menniskju, sum hava strongd, hava ikki mót ella orku at møta upp til sosial tiltøk – men møtir viðkomandi upp, so drekkur og roykir hann/hon ofta meira enn viðkomandi er vanur við. Persónurin etur ófantaliga – tað vil siga nógv og skjótt; kann blíva illur og óútrokniligur og kemur ofta at siga nakað, sum sárar onnur.

 

Hvat kann leiðarin gera?

Tí hevur ein góður og nærverandi leiðari, allar møguleikar, at spotta hendan vanda so mikið tíðliga, at hann fær hjálpt viðkomandi starvsfólki, áðrenn tað verður ov seint. Tað eigur ongantíð at koma sum eitt skot fyri nakran leiðara, at eitt starvsfólk brádliga verður sjúkameldað fyri strongd.

 

Persónliga raktur av strongd

Tey flestu menniskju, sum hava strongd føla seg lítið verdan. Sjálvt um tey ganga dagliga við svárari likamligari og sálarligari pínu og føla, at tey minka sum menniskjur dag fyri dag, so nokta tey sum oftast at viðganga, at tað er galið.

 

Eg havi sjálvur haft strongd, so eg veit, hvussu tað kennist at vera niðurkoyrdur av strongd. Eg havi eisini verið við til at hjálpt øðrum menniskjum á føtur aftur, eftir at hava verið strongd. Og veit eg av royndum, hvussu torført og hart tað er at síggja veruleikan í eyguni og góðtaka, at ein er strongdur. Tey flestu ynskja at krógva trupulleikan so leingi sum til ber, tí hvør ynskir at vísa umheiminum sínar veikleikar?

 

Men um leiðarin hevur førleika og evni at samskifta rætt, so kann tann góða samtalan forða starvsfólkunum at blíva strongd og tað kann eisini hjálpa strongdum starvsfólkum at viðganga, at tey hava brúk fyri hjálp.

 

Men tað er samstundis ein hárfínur javnvági, hvat og hvussu ein slík samtala eigur at innihalda, tí starvsfólkið ger sum oftast alt, hvat tað er ment at verja seg.

 

 

Tann góða samtalan

Ein leiðari sum virðir síni starvsfólk og sum hevur áhugað í teirra trivnaði, hevur javnan óformellar og stuttar samrøður við síni starvsfólk. Á hendan hátt kann hann javnan taka pulsin av starvsfólkunum. Sær leiðarin broytingar í atburðinum hjá einum starvsfólki, so eigur viðkomandi at vera skjótur til at taka eina samrøðu – ikki eina standard starvsfólkasamrøðu, men eina virðiliga óformella samrøðu, har hann spyr inn til tær eygleiðingar, hann hevur lagt til merkis. Ein slík samrøða eigur at vera bygd á virðing og áhuga fyri tí einstaka menniskjanum. Starvsfólkið skal undir slíkari samtalu, javnan fáa at vita, at orsøkin til at hendan samtalan verður hildin er, at leiðarin hevur umsorgan fyri starvsfólkinum. Samtalan skal byrja varisliga og má leiðarin verða tolin, tí tað er sera umráðandi, at starvsfólkið følir seg í tryggum hondum. Seinni í samtaluni  kann leiðarin spyrja opnar sterkar spurningar, samstundis sum viðkomandi lurtar aktivt. Tað er sera umráðandi at spyrja inn til tankar og kenslur, samstundis sum leiðarin vísir empati og sympati fyri starvsfólkinum.

 

Týdningurin at lurta

Eingin leiðari er líka og eingi starvsfólk eru eins. Tí er tað umráðandi, at leiðarin lurtar aktivt og nærverandi, soleiðis at viðkomandi fær sett útdýpandi aktuellar spurningar, sum hava rætta kontekst og við sakina at gera. Tess sterkari og betri spurningarnir eru, tess meira áhuga vísir leiðarin starvsfólkinum. Meira áhuga leiðarin vísir starvsfólkinum, meira virðing følir viðkomandi, at leiðarin hevur fyri sær. Meira og betri leiðarin spyr, meira vitan fær leiðarin og tí fær leiðarin betri møguleika at ”føla” pínuna, sum starvsfólkið hevur, hvat viðkomandi følir og hugsar og síðani at finna út av, hvat tað er, sum starvsfólkið ynskir. Tess meira vitan leiðarin fær, tess betri fær leiðarin hjálpt starvsfólkinum.

 

 

Samrøðan – ein byrjan til hjálp

Ein góð og nærverandi samrøða hjálpir ikki uppá sjálva strongdina, men kann hjálpa starvsfókinum at seta hol á búldin, soleiðis at viðkomandi starvsfólk sleppur at seta orð á sínar tankar og kenslur. Um leiðarin hevur empati, so kann hann “føla” pínuna hjá sínum starvsfólki og gera nakað við sakina. Bæði við at gera arbeiðsdagin lættari og betri - og um tað gjørt neyðugt, at bjóða starvsfólkinum serkøna hjálp.

  

Tann góða og nærverandi samrøðan

Lat tað vera greitt, at tað finnast ikki standardsamrøður, og tí eru tað eingir standardspurningar. Niðanfyri eru nøkur dømir uppá spurningar:

Vit hava verið og eru enn sera glað fyri teg sum starvsfelaga, men síðstu tíðina havi eg lagt til merkis, at tú ikki ert líka nærverandi, sum tú vanliga ert. Hvat heldur tú orsøkina vera?

Hvussu hevur tú havt tað síðsta mánaðin?

Hevur nakar í tínari familju lagt til merkis broytingar við tær síðstu tíðina?

Nær føldi tú seinast, at tú var tann, tú ”eigur” at vera?

Umframt at tú hevur havt trupulleikar heima, hvat fyri uppgávur ella avbjóðingar á arbeiðsplássinum drena teg?

Eg havi lagt til merkis, at tú hevur havt fleiri sjúkadagar í ár enn tey síðstu árini, hvat heldur tú orsøkina vera?

Hvat heldur tú sjálv/ur er orsøkin til, at tú ikki ert líka væl fyri nú sum fyrr?

Hvussu leingi hevur tú havt tað soleiðis?

Hvørjar uppgávur drena teg fyri orku?

Hvørjar uppgávur kundi tú hugsað tær at latið frá tær?

Hvussu kennist tað, tá tú sigur tað?

Hvat hugsar tú tá tú nevnir tað?

Hvat hevði tú ynskt var øðrvísi?

Vit eru sera glað fyri teg og vit ynskja tær sjálvandi alt tað besta – hvat sigur tú til at fáa serkøna hjálp?

Hvat følir tú nú?

 

Spyr um ynskir, tørv og dreymar

Í einari starvsfólkasamtalu kann tað vera hart og strævið fyri viðkomandi starvsfólk at seta orð á spurningar, sum hava við misstrivnað og pínu at gera. Tí er tað altíð gott eisini at spyrja inn til ynskir, tørv og dreymar. Her eru nøkur dømi:

 

Hvørjar uppgávur geva tær orku?

Hvat tímir tú best at gera?

Hvat heldur tú, at tú dugir best?

Hvat ger teg glaðan á arbeiðsplássinum?

Tá talan er um uppgávur á arbeiðsplássinum, hvat gevur tær mest meining?

Um alt bar til, hvussu hevði tú ynskt, at tín gerandisdagur á arbeiðsplássinum bleiv skipaður?

Um arbeiðsplássið skuldi fingið mest gagn av tínari arbeiðsorku, hvat skuldi tú so gjørt?

Um tað var frítt val á hillunum, hvat hevði tú ynskt at arbeitt við hjá okkum?

Um tú skuldi haft ein arbeiðsdag, sum tú var glað/ur fyri, hvussu skuldi hesin dagur sæð út?

Niclas Heri Jákupsson, strongd-coach

Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo