Strongd hormonir
Tey hormonir, sum verða leyslatin, tá tú ert undir trýsti, eru millum annað adrenalin og kortisol.
Strongd-hormonini verða framleidd í hjánýrunum. Framleiðslan í hjánýrunum ávirkast av okkara upplivingum, og hvørjari sinnisstøðu vit eru í.
Um vit uppliva hóttan, ónøgdsemi ella ótta, so økja hjánýruni framleiðsluna av strongd-hormonum. Tá vit uppliva gleði og nøgdsemi, so minkar framleiðslan av somu hormonum.
Um hjánýruni í longru tíð framleiða strongd-hormonir, so kemur ólag í - bæði likamliga og sálarliga, og vit blíva sjúk. Um vit skulu koma fyri okkum aftur, so noyðast vit at hvíla.
Kroppurin hevur eisini brúk fyri kropsligari venjing, so hann kann brenna allar hormonirnar. Tað ger kroppurin ikki við at sita við eitt skriviborð, men t.d. við at fara út at renna.
Adrenalin
Adrenalin er okkara kamphormon. Adrenalin verður frígjørt í hjánýrunum, og verður sent í blóðbanan, har tað hjálpir tí sympatiska nervalagnum, at gera kroppin tilreiðar til dyst.
Adrenalin hjálpir okkum, tá vit verða útsett fyri vanda, hóttan ella avbjóðing. Tað kann vera alt frá at skula møta upp til eina spennandi fótbóltsfinalu, eina krevjandi uppgávu, ella til ein fund við stjóran.
Av tí at kroppurin hevur brúk fyri eyka orku, so senda hjánýruni adrenalin út í blóðið, soleiðis at vit megna hesa krevjandi avbjóðing.
Øll kenna hvussu hetta følist: Pulsurin hækkar, vit fara at sveitta, og fáa gásahold. Vit fara at anda skjótari, blóðtrýstið hækkar, og pumpar nú blóðið skjótari út til vøddar og heila. Tað er adrenalinið sum nú er aktivt, og vit megna nú betur at taka í móti eini og hvørjari avbjóðing, vanda ella ótta.
Tá kroppurin fær ein adrenalin rús, so veksa pupillurnar, blóðsukrið hækkar, somuleiðis sum bløðran og tarmarnir blíva róligari.
Adrenalin ávirkar eisini kenslurnar t.d. vreiði og øsing.
Tá adrenalin er komi í blóðið, so frígevur livurin sukur og feitt til vøddarnar, soleiðis at vit betur megna at taka ímóti tí kropsligu avbjóðingini.
Um adrenalinið, sukrið og feittið ikki verður brent, so verður tey verandi í kroppinum, og vit hava torført við at hvíla. Feittið kann leggja seg í æðrarnar, og kann tað bæði føra til æðrakálking og blóðtøpp.
Um vit oftani, ella altíð útseta okkum fyri einum adrenalinrúsi, so kunnu vit fáa hjartatrupulleikar, nýraskaða, ov høgt blóðtrýst, diabetes 2, økt evnaskifti, trupulleikar við sodningarlagnum, trupulleikar við vektini – bæði upp og niður, verri evni at upptaka ilt í blóðinum, og verri immunverju. Kroppurin tolir væl at fáa ein adrenalinrús av og á, men ikki oftani ella alla tíðina.
Kortisol
Kortisol er búrkroppurin tá talan er um langtíðar-strongd. Kortisol verður frígivið frá hjánýrubarkini, tá vit gerast bangin, troytt, óttast - og tá vit hava trupulleikar heima, ella á arbeiðsplássinum.
Vit kunnu t.d. stúra fyri framtíðini, ella føla at vit ikki makta uppgávuna sum foreldur ella maki, ella tá vit verða rakt av sorg ella stúran.
Kortisol framleiðslan hækkar eisini tá vit blíva óð, og tá vit fáa ov lítið av svøvni. Kotisol í styttri tíðarskeiði, er ikki vandamikið, men um kroppurin verður útsettur fyri ov nógvum kortisoli, í ov langa tíð, so kann hetta fáa álvarsamar fylgir fyri okkum.
Tá kroppurin framleiðir ov nógv kortisoli, so blíva vit troytt, men vit “orkar” ikki at hvíla. Av tí at kortisolframleiðslan er hægst kl. 3 og 4 á morgni, so vakna vit oftani í hesum tíðarskeiðnum, og hava torført við at sovna aftur.
Tá framleiðslan av kortisoli hevur staðið á í eina tíð, so minkar framleiðslan av adrenalini, og ístaðin fyri at fáa orku til at flýggja ella fara í dyst, so hendir tað øvugta. Vit blíva troytt og líkaglað. Vit orkar ikki at loysa trupulleikarnar og uppgávurnar, og vit missa spakuliga orkuna.
Kortisol í longri tíð er rættiliga skaðiligt, og fer illa við kroppinum. Kortisol niðurbrýtur okkara immunverju, soleiðis at vit gerast lættari sjúk.
Kortisol oyðileggur eisini heilakyknunar, og heilin kann fáa skaða. Vit hava verri við at læra, verri minni, torført at konsentrera okkum - samstundis sum vit verri kunnu stýra kenslunum.
Kortisol ávirkar eisini sukur-, feitt-, og proteinframleiðslu, sum ávirkar søvn, blóðsukur og evni at upptaka kálk.
Ov stór kortisolframleiðsla í longri tíð, skaðar eisini náttarsvøvnin. Vit fáa tynnri húð, verri grøðingarevni, og immunverju, samstundis sum vit fara at síggja eldri út. Vit blíva oftari sjúk, og kunnu fáa álvarsamar sjúkur, s.s. liðagikt, sukursjúku og krabbamein.