/ Dagskeið um Strongd - úti í føroysku náttúruni og í sera hugnaligum hølum

Dagskeið um Strongd - úti í føroysku náttúruni og í sera hugnaligum hølum

Dagskeið um strongd í sera hugnaligum hølum og úti í tí føroysku náttúruni


Hvønn hósdag í mai, skipa vit fyri skeið í strongd, í sera hugnaligum hølum og úti í tí føroysku náttúruni. 

Skeiðini eru ætla hesum málbólkum:

1. mai - leiðarum, millumleiðarum og HR-fólkum. 

8. mai - leiðarum, millumleiðarum og ábyrgdarpersónum á dagstovnum og skúlum

15. mai - menniskjum sum hava strongd, ella hava illgruna um strongd

22. mai - leiðandi starvsfólkum innan heilsuverki.

29. mai - onnur sum ynskja at vita meira um strongd.

Tað er bert pláss til 8 luttakarar hvørjaferð og verður tað tí "først til møllen" prinsippi.

Skeiðið er frá kl. 09.00 til 16.00. Fyrrapartin verður skeiðið í sera hugnaligum neystalofti í Klaksvík og seinnaparturin verður í, og rundan um smáttuna hjá Archibald, sum liggur á 330 metrar hædd. Allan dagin njóta vit góðan og sunnan mat og uppliva tað góðu og frísku nátúruna.

Umframt at vit fáa djúpa og breiða vitan um strongd, so verður eisini komi inn á hvussu vit best samskifta við menniskju við strongd og hvussu vit best verja okkum sjálvi og onnur ímóti strongd.

Tíð er eisini sett av til at fylla sítt egna battarí og njóta vøkru náttúruna. 

Skeiðshaldari verður Niclas Heri Jákupsson.

Meira at vita um hetta tiltak á tlf. 525 525 ella við at skriva til fegin@fegin.fo

 

Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo