Granskarar í Granda í Spanien, hava kannað 50 persónar – um teirra lívsgóðsku og støðuna til teirra egnu fortíð.
Luttakararnir skuldu svarað fleiri spurningum, um hvussu teir høvdu tað við fortíðina, nútíðina og framtíðina. Tey sum høvdu keðiligar tankar um fortíðina, vóru tey sum høvdu tað torførast. Bæði við at tey stúrdu meira, og vóru meira kedd enn hini. Tey høvdu torført við at vera motiveraði, høvdu ikki so lætt við at taka seg saman, og á arbeiðsplássinum, høvdu tey fleiri sjúkradagar.
Teir luttakarar sum sóu ljóst uppá framtíðina, høvdu hug at gloyma fortíðina.
Luttakararnir sum lógu mitt í, høvdu bestu lívsgóðskuna. Teir brúktu fortíðina til at minnast gott á - og at læra av, og fokuseraðu uppá mál í framtíðini, uttan at hugsa um gomul keðilig minnir.