Hevur tú nakrantíð flent so mikið nógv, at tú ert um at skrædna?
So halt endiliga fram við tí. Tí tá vit flenna í kíki, so útloysir heilin endorfinir. Hesi endorfinir gera, at vit blíva í góðum lag, samstundis sum vit tola nógv meira pínu.
Hetta vísa kanningar sum vórðu gjørdar á University of Oxford í 2011. Luttakararnir í hesar kanning sótu og hugdu eftir Mr. Been, meðan teir blivu útsettir fyri pínu av ymiskum slag. Kanningin vísti heilt greitt, at menniskju tola nógv meira pínu, tá tey flenna.
Eitt annað sum kanningin eisini vísti var, at um fleiri luttakararnir flentu í felag, so toldu teir enn meira pínu, enn um teir flentu einsamallir.
Kelda: Psykologi Nr. 1 2012