Vit eru sera glað um at hava gjørt eina góða avtalu við kendu og stóru donsku fyritøkuna Axept, um eitt breitt samstarv, sum gongur báðar vegir.
Leypandi fara vit at bjóða føroyingum somu útbúgvingar og somu skeið í Føroyum, sum Axept bjóðar sínum viðskiftafólkum í Danmark, og koma hesar útbúgvingar at hava sama prís – ja enn tá koma fleiri av tilboðnum at vera bíligari.
Vit koma eisini at bjóða føroyingum at taka útbúgvingar og skeið í Danmark, har Axept hevur undirvísingar- og skeið hølir, sum liggja í sera hugnaligum umhvørvi.
Axept fer eisini at brúka føroyska servitan til teirra virksemi í Danmark, og er hetta nakað sum vit gleða okkum nógv til.
Lesið endiliga um øll tey tilboð sum Fegin og Axept í felag bjóða.