Mark Victor Hansen og Jack Canfield hava skrivað bókina íð eitur “Chicken Soup for the Soul, og er um veruligar hendingar, íð menniskju hava upplivað.
Tá teir høvdu skrivað bókina, funnu teir ongan sum vildi geva hana út. Og tá teir endiliga funnu ein, sum vildi gera tað, rendu teir seg í ein nógv størri trupulleika: Eingin vildi keypa bókina. Ein dagin fingu teir góð ráð frá einum manni sum nevnist Scolastico: "Um tit fara til størsta træið sum tit finna, og høgga 5 ferðir í træið, hvønn einasta dag, so skal eg lova tykkum, at ein dag, so fellir træið".
Eftir hetta gjørdu Mark og Jack eina avtalu sínámillum, sum teir kallaðu “5-reglan”.
Hvønn dag gjørdu teir 5 ting, sum førdu teir nærri teirra dreymi, íð var at fáa fólk at keypa bókina. Alt frá at gera 5 samrøður við útvarp, sjónvarp ella avísir, til at senda 5 eintøk til útgávufeløg, halda 5 fyrilestrar um evni, vitja 5 størri fyritøkur, skriva 5 tíðindaskriv o.s.fr.
Tað var strævið og hart at gera 5 ting hvønn dag. Men teir vistu, hvar málið var, og hvat teirra dreymur var. Í tvey ár vóru teir trúgvir móti “5-regluni”....og at enda fall træið.
Í dag hevur bókin Chiken Soup for the Soul, selt meira enn 112 milliónir eintøk í 41 londum.
So um ein vil náa sínum dreymi og sínum máli, so er neyðugt við miðvísum arbeiði og sterkari trúgv.
Trúgv flytur fjøll !
Kelda...et ord til dagen