/ Trygg mannagongd

Trygg mannagongd

Tá talan er um beinleiðis sølu, so er umráðandi at ein er erligur og samvitskufullur, og at ein ger alt fyri at hjálpa kundanum, at finna røttu loysnina. Tí er tað gott at vera væl fyrireikaður og væl upplagdur. Men tað snýr seg eisini um, at duga at brúka søluamboðini, og sølu- teknikkin rætt.
 
Mínar egnu royndir siga, at tað hjálpir at halda seg til mannagongdina niðanfyri.
 
Tíverri leypa fleiri sølufólk stig 2 um. Í mínari verð, er stig 2 tann parturin av samskiftinum, sum hevur størsta týdningin fyri, at sølan skal eydnast. Um hesin partur verður gjørdur rætt, so koyra stig 3, 4 og 5 av sær sjálvum.
 
Stig 1 - Small Talk
Vit heilsa, spyrja um ymisk persónlig viðurskiftir. Hvussu tað gongur við seyðinum, fótbóltinum, børnunum o.s.fr. Tað snýr seg um at fá rætta sambandið við kundan, og tí er vanlig høfligheit og fólkaskikkur eitt minsta krav. Tað vísur samstundis, at ein hevur virðing og áhuga fyri kundanum.
 
Stig 2 - Hvat ynskir kundin?
Tað er í øðrum stigi at  flestu sølufólkini missa alt á gólvið. Tíað er tí tey leypa á beinanvegin, og siga hvat tað er tey hava at selja. Ímynda tær um tú fór til læknan, og tað fyrsta hann segði tá tú kom inn, var: Eg veit hvat tær feilar, tú hevur blindtarmsbruna ! Tað hevði virkað kiksa, ikki so? Um læknin skal hjálpa okkum, so má hann spyrja og lurta. Soleiðis skulu vit eisini gera, tá vit sita yvir av kundanum. Vit skulu spyrja opnar spurningar, fyri at fáa so nógva vitan sum til ber. Um tú selur lýsingar – spyr so: Hvat fyri boðskap ynskja tit at senda til kundan, tá tit lýsa? Hvat er tað fyri kundar tit ynskja at náa? Hvussu gera tit hetta í dag? Hvørjum keypa tit vøruna frá í dag – hvat eru teir góðir til, og hvat kundu teir gjørt betri?  Hvat er tykkara størsta avbjóðing í dag? Hvat er tykkara styrki? Hvat kundi tit hugsa tykkum var betri? o.s.fr. Lat kundan sjálvan sleppa at seta orð á teirra avbjóðing, teirra dreymar, teirra mál, teirra styrki o.s.fr. Tá tú spyrt og tá tú lurtar, so vísir tú eisini kundanum virðing – og tað dáma flestu menniskju.
 
Stig 3 – Tú bjóðar 
Ikki fyrr enn tú hevur fingið hesa sera umráðandi vitan, ikki fyrr enn tá, kannst tú bjóða tína vøru fram. Men tað sigur seg sjálvt, at tað er lættari hjá læknanum at geva sjúklinginum heilivág, um hann veit hvat sjúklingurin feilar. Við tí vitan sum tú hevur fingið frá kundanum, kanst tú lætt bjóða honum, júst tað hann hevur brúk fyri.  Á hesum stigi, er tað umráðandi at hava eina breiða og góða vitan um egnu vørur og tænastur, soleiðis at tær kunnu bjóðast rætt fram, í rætta høpinum. Brúka gjarna orðini hjá kundanum....”Sum tú segði í áðni,.......”
 
Stig 4 – Taka saman um
Her tekur ein saman um tað, íð ein hevur bjóða fram. Hetta hevur eisini týdning, soleiðis at báðir partar eru samdir um tað sum tosað hevur verið um. Men eisini kann tað meira enn so koma fyri, at kundin spyr inn til aðrar vørur ella tænastur.
 
Stig 5  - Lukka ordran
Um ein er trúgvur ímóti hesi mannagongd, so er tað einastandandi lætt at lukka ein ordra. Tað er bara at taka í hondina á viðkomandi og takka fyri.
Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo