/ Greinar / Upplýsing um Strongd

Upplýsing um Strongd

Strongd
Strongd er blivin ein fólkasjúka. Nýggjar kanningar vísa, at 4. hvør dani hevur vitjað lækna, viðvíkjandi strongd. Tað er ymiskt hvaðani keldan til strongdina kemur, men tá eitt menniskja fær strongd, so rakar tað bæði arbeiðsplássið og familjuna. Líkamikið hvaðani keldan til strongd kemur, so er umráðandi at man ger nakað við støðuna – ÁÐRENN hetta verður ein trupulleiki. Men hvat er strongd fyri nakað?

Tá talan er um Strongd, kemst ikki undan, at koma inn á, hvør munur er millum niðurbrótandi og mennandi strongd. (Negativa og positiva strongd)

Hvat er Mennandi Stongd
At uppliva strongd eitt stutt tíðarskeið er gott fyri kroppin og kallast ”Mennandi Strongd. Talan kann t.d. vera um, eina stóra arbeiðsuppgávu, ein avgerandi fótbóltsdyst ella eina skúlaroynd. Mennandi strongd er, sum tá ein alarmur fer at ýla. Flestu menniskju tola væl at fleiri alarmar ýla í senn, so leingi sum tey hava tamarhald á, hvussu leingi teir fara at ýla, og hvat skal til fyri at sløkkja teir aftur. Koma vit út fyri ov nógvari strongd í ov langa tíð, so kann mennandi strongd gerast niðurbrótandi. 

Hvat er Niðurbrótandi Strongd?
Niðurbrótandi Strongd verður býtt í tveir bólkar – undirstrongd og yvirstrongd:
Undirstrongd kann ein fáa, tá ein í longri tíð ger einstáttað og ”meiningsleyst” arbeiði. Undirstrongd kann ein eisini uppliva, tá ein t.d. er arbeiðsleysur, og følir seg sum ónyttu ella óynsktan. Yvirstrongd er, tá tað er ov nógvur spenningur rundan um ein. T.d. tá tað eru ov nógvar uppgávur, sum ein ikki hevur tíð at loysa. Størsti parturin av menniskjum, sum verða strongd í dag, hava yvirstrong. 

Vit vilja vera “INN” og “ON”
Tað er einki at ivast í, at krøvini, sum onnur seta okkum – bæði menniskju og samfelagið, og ikki minst tey krøvini og tær avbjóðingarnar, sum vit seta okkum sjálvum, eru við til at økja um vandan fyri, at vit fáa strongd. Vit vilja ikki vera aftanfyri onnur, og tí vilja vit vera bæði “INN” og “ON”  alla tíðina. Hesi krøv er bæði stór og umfatandi, samstundis sum tey eru tíðar- og orkukrevjandi. Vit vilja øll hava: 

  • Eitt gott og spennandi starv
  • Eitt gott og vakurt heim
  • Snøggan bil – helst tveir
  • Vælvirkandi samlag og kynslív
  • Vera góð foreldur og góður maki
  • Tíð til familju og vinir
  • Spennandi frítíðarítriv
  • Av landinum hvørt ár
  • Børnini skulu vera dugnalig bæði í skúla og frítíð
  • Vøkur og kløn
  • Fylgja mótanum og fylgja øllum sum er “IN”
  • Vitandi um ALT
  • Náa alt og vera “ON” alla tíð
  • Og fyri alt í verðini: Fasadan skal vera vøkur

 Øll hesi krøv gera, at ballónin fyllist, og lítið og einki skal til, áðrenn hon brestur. Sjúka, arbeiðsloysi ella ein minni ósemja kann gera, at vit bresta og hokna.

Hví fáa vit strongd?
Tað kunnu vera fleiri orsøkir til, hví vit fáa strongd, men oftast er trupulleikin antin heima ella á arbeiðsplássinum 

Trupulleikarnir á arbeiðsplássinum kunnu t.d. vera:

  • Ov stór arbeiðsbyrða
  • Ov stór arbeiðskrøv
  • Trívist ikki við arbeiðið
  • Broytingar á arbeiðsplássinum
  • Happing
  • Annað

 

Tá talan er um heimið, so kunnu trupulleikarnir vera:

  • Trupulleikar við parlagnum
  • Trupulleikar við børnunum
  • Sorg og sjúka
  • Fíggjarligar trupulleikar
  • Hjúnaskilnaður
  • Annað 
     

Orsøkir at vit fáa strongd:

  • Vit duga ikki at siga NEI,
  • Ferðin er ov nógv
  • Ov nógvar bóltar í luftini í senn
  • Vit geva okkum ikki tíð til hvíld
  • Kroppurin er altíð í alarm
  • Vit loysa ikki tær ósemjur og trætur sum eru

 

Tað er verri enn ein heldur, at finna høvuðsorsøkina til strongdina. Tí mangan kunnu sjúkueyðkennini vísa seg á arbeiðsplássinum, meðan trupulleikin í veruleikanum er heima, og øvugt. Tí er tað mangan neyðugt at søkja sær hjálp frá serkønum, fyri at finna út av, hvar trupulleikin liggur. 

Hví fáa vit strongd? – í stuttum:

  • Tá krøvini og vónir til okkum, eru hægri enn vit megna
  • Tá uppgávurnar eru fleiri, enn tíð er til at loysa tær
  • Tá vit ikki síggja meining við okkara arbeiðið, parlagi o.ø,
  • Tá vit føla okkum sum ónytta og óynskt

 

Likamlig og sálarlig tekin:

Tá ein blívur sjúkur av strongd, eru fleiri tekin í sól og mána, sum boða frá, at ein er í ferð við at blíva sjúkur. Tí er tað umráðandi, at fylgja væl við teimum teknum, sum kroppurin sendir – bæði tá talan er um likamlig og sálarlig tekin.

Eingi menniskju eru líka, og tí er tað ymiskt, hvussu vit uppliva strongd, og tað eru ikki øll, sum fáa øll sjúkueyðkennini. Men eitt hava øll til felags, og tað er, at strongdin fær okkum at broyta atferð.  

Niðanfyri sært tú nøkur sjúkueyðkenni, sum ein eigur at hava eyguni við. Fleiri av sjúkraeyðkennunum kunnu saktans standast av øðrum sjúkum, Tað er eisini munur á sjúkueyðkennunum – t.d. kann tað vera meira álvarsamt, at hava pínu fyri bringuni, enn at hava høvuðpínu, og tí er altíð rætt at fara til læknan, fyri at fáa staðfest, hvat tað er einum bagir.

 

Kropslig tekin uppá Stongd:
  • Hjartabankan
  • Spenningar og pína í vøddum
  • Pína í nakka, herðum og ryggi
  • Høvuðpína
  • Kaldar hendur og føtur
  • Turrur í munninum
  • Høgt blóðtrýst
  • Møði
  • Ólag við vatnláti
  • Órógv í kroppinum
  • Sveitti
  • Vaml
  • Fortreð i maganum
  • Broyttir matvanar
  • Trekan maga
  • Leyst lív
  • Andvekur
  • Ørilsi
  • Tungt við at anda
  • Eksem/útslett
  • Krampar
  • Pína fyri bringuni


Sálarlig tekin 
  • Lágt sjálvsvirði
  • Fráverandi
  • Hjálparleysur
  • Vónleysur
  • Óttafullur
  • Erkvisin
  • Beiskur
  • Illsintur
  • Ørkymlaður
  • Einki er stuttligt
  • Eingin stýring
  • Øðrvísi atburður
  • Oftani marruna
  • Torført at miðsavnar tankarnar
  • Lítlan hug til kynslívið
  • Minnist ikki so væl
  • Tunglyndi


Atferðin 
  • Bítir negl
  • Gresjar tenn
  • Óróligur
  • Setur brýr
  • Roykir meira
  • Drekkur meira alkohol
  • Etur meira svans
  • Tekur meira heilivág
  • Seinur og dølskur
  • Líkasæla við útsjónd
  • Asosialur
  • Torført at taka avgerð
  • Sleppur sær undan ábyrgd
  • Øsir seg upp um lítið og lætt
  • Neiligar meiningar um nógv
  • Lætt við at gráta
  • Hevur ikki tamarhald á kenslunum
  

Hvat hendir í kroppinum?
Tá vit møta einum vanda, sendir kroppurin fleiri hormonir út í blóðið. Tá talan er um Strongd, so eru tað serliga tvey hormonir, sum gera seg galdandi, og eru tey Adrenalin og Kortisol: 

Adrenalin:

  • Ein vandi vísir seg
  • Heilin sendir boð til hjánýruni 
  • Hjánýruni
  • Hjánýruni senda fleiri kemisk evni út í blóðið
  • Millum annað adrenalin – sum er eitt verjuhormon
  • Tað autonoma nervalagið fer í gongd
  • Heilin hugsar: ”Klárur til dyst ella flýggja”
  • Hjartað slær skjótari og blóðtrýstið hækkar
  • Livurin frígevur sukur og feitt
  • Blóðsukrið hækkar, og verður nú brúkt í vøddunum  skjótari enn vanligt
  • Ristingar kunnu koma, og ein gerst bleikur
  • Ein gerst klárvakin og  ansin, og er til dystin fúsur ella flýggjar
  • Adrenalinið ávirkar eisini bløðruna og innvølir

 

Kortisol:

  • Kortisol virkar, tá nakað ókent kemur fyri
  • Verður frígivið frá hjánýrubørkini
  • Tá kortisol fer út í blóðið, minkar framleiðslan av adrenalin
  • Møði, líkasæla og óvirkni
  • Ov nógv kortisol í longri tíð er skaðiligt
  • Ávirkar tann partin av heilanum, sum hevur  við innlæring,   minnið, nærlagni og kenslur at gera.
  • Ov nógv kortisol í longri tíðarskeiði, skaðar:
  • Náttarsvøvnin
  • Grøðingarevnini
  • Minkar um immunverjuna
     

Fylgjur av at liva við Strongd 

Kroppurin tolir ikki ov nógv kortisol og adrenalin í longri  tíðarskeið.

Man fær hægri blóðtrýst, og kann hetta føra til hjartasjúkur, æðrasjúkur og enntá hjartasteðg

Ov nógv kortisol skaðar eisini immunverjuna, ein gerst oftari sjúkur.

Brunasjúkur koma oftari fyri – eisini magasár og álvarsligar sjúkur, s.s. sukursjúka, liðagikt og enntá krabbamein

Tann parturin av heilanum sum fremur kortisol mongdina (Hippocampus), hevur eisini við innlæring, minnið og við kenslur at gera, og kann hesin parturin av heilanum, fáa skaða av strongd í longgritíð

Strongd í longri tíð, kann enda við nervasamanbroti, og man sær lítla ella onga meining við  lívinum, og fær tankar um at beina fyri sær

 

Viðgerð av Strongd 

Umráðandi er, at síggja sannleikan í eyguni, og gera nakað við hann

Far til lækna og fá staðfest, at tað ikki er nakað annað, sum er galið

Tosa við sálarfrøðing, sálarlækna ella vinfólk
 
Finn orsøkina til strongdina og broyt gerandisdagin
 
Finn fram til virði og ger tað, sum tú dugir og tímir
 
Tað tekur líka langa tíð at koma úr dalinum, sum tað tók at fara niður í hann.
 
Møguliga kemur sama orka ongantíð aftur, og tað skal so at siga einki til, fyrr enn strongdin ger seg galdandi aftur 


 

Nøkur góð ráð: 

Onkuntíð skal ikki so nógv til at blíva frískur av strongd. Ein kann blíva sjúkrameldaður í eina viku til 14 dagar, og so er ein virkin aftur. Tað kann viðhvørt vera nóg mikið at broyta arbeiðstíðirnar, ella arbeiðsumstøðurnar. Men hjá nøkrum mugu størri stig takast, og tað kann vera alt frá at skifta arbeiðið, bøta um heimaviðurskiftini og hjúnalagið. Niðanfyri hevur tú nøkur ráð, sum møguliga kunnu hjálpa tær.

  • Ver tann tú er og bøt um, har neyðugt er
  • Finn tíni virði og ver trúgv/trúgvur móti teimum
  • Viðurkenn/respekterað teg sjálvan
  • Ger tað, sum tú ert best til
  • Stýr tínum egna lívi   
  • Et góðan, sunnan og vitaminríkan kost 
  • Et ikki stutt áðrenn tú fert til songar
  • Lurta eftir kroppinum og hjartanum
  • Kanna javnan blóðtrýstið
  • Lær at hvíla og kobla úr
  • Njót tíðina við tær sjálvum
  • Lítlan blund um dagin
  • Sov nóg nógv
  • Íðka kropsvenjing
  • Gakk, renn ella súkkla
  • Ger tínar egnu reglur, nær tú sløkkir teldu og fartelefon
  • Loys trupulleikarnar áðrenn teir stýra tínum lívi
  • Loys smærri og størri konfliktir sum fylla tín gerandisdag
  • Hav ikki ov nógvar bóltar í luftini í senn
  • Halt teg frá alkoholi, kaffi og sigarettum, og evnum sum innihalda koffein og sukur
  • Ver saman við menniskjum sum geva tær orku
  • At flenna er góður heilivágur móti strongd
  • Sig frá tá ov nógvir alarmar ýla í senn

 

Nakrar jaligar reglur um lívsgleði

Keldan til lívsgleði, er at kenna meiningina við
lívinum, og liva  í samsvar við hesa fatan

Tú VELUR hvat tú sær og hugsar,
og tú blívur tað, tú hugsar. Ven teg tí við at hugsa jaliga

Áðrenn tú kanst broyta mátan
sum tú ert uppá, mást tú broyta
mátan, tú hugsar uppá  

Um tú gert tað ið tú altíð hevur gjørt,
so fært tú tað, sum tú altíð hevur fingið 

Smærri broytingar og sigrar
eru betur enn ambitiøs niðurløg

Ikki hugsa um eina myrka fortíð,
men heldur um eina ljósa framtíð

Hugsa um alt tað, tú hevur –
og ikki alt tað tú ikki eigur

Tú kanst ikki broyta fortíðina,
men tú kanst oyðileggja nútíðina,
við at stúra fyri framtíðini

Tann sum stúrir áðrenn tað er neyðugt, 
verður at stúra tvær ferðir

Lurta eftir áartutli, fuglasangi og góðum tónleiki
Smakka allar fruktir, vín og søtar bitar
Lukta blomstur , frísku havluftina og nýsligið gras
Síggj sólina rísa, bløðini vaksa og børnini spæla
Føl regnið strúka tær, vindin kína tær og sólina hita teg

Niclas Heri Jákupsson


Keldur: Egnu royndir, Stresskompetence v/Bobby Zachariae. STRESS Når kroppen siger frá v/Katrine Damsgaard-Sørensen og Birgit Madsen

Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo