/ Greinar / Vegurin til góðan svøvn

Vegurin til góðan svøvn

1. Fá nokk av svøvni – sov um náttina

Menniskja er gjørt til at sova, tá tað verður myrkt. Svøvnur er avgerandi fyri at kroppurin kann fungera optimalt. Menniskjur sum ikki fáa nokk av svøvni, økja um vandan at fáa sukursjúku og hjarta- og æðrasjúkur. Eisini økist vandin fyri smittusjúkum, tí  immunverjan ikki fær arbeitt sum hon skal. Tey flestu vaksnu sova 7 til 8 tímar um døgnið. Nøkur vaksin klára seg við at sova 4 til 6 tímar, meðan onnur mugu sova 9 til 10 tímar.

 

2. Tey sum ikki sova – megna ikki meira

Fleiri halda, at tey sum altíð eru vakin, eru tey sum eru meira effektiv. Hetta passar als ikki. Kanningar vísa, at heilin svíkir meira og meira, minni tú svevur. Somu kanningar vísa eisini, at virði á tí arbeiði sum menniskju sum sova lítið framleiða, er væl verri og inniheldur fleiri feilir.

 

3. Ein róligur kroppur og heili hava lættari við at sovna

Alt sum doyvir heilan, er gott uppundir songartíð. Lættur matur, ein góð bók, eitt heitt bað, ein koppur av te e.l. At hava góðar og afturvendandi mannagongdir uppundir songartíð, er gott fyri menniskju sum vilja sova gott. Sløkk sjónvarp, teldur, radio o.a. ein tíma áðrenn tú leggur teg at sova.

 

4. Tann djúpi svøvnurin er lykilin

Vit sova í svøvnsyklus uml. 90 minuttir. Fyrst á náttini, er tað fyri tað mesta tann djúpi svøvnurin, har kroppurin roynir at fáa alt tað sum hann hevur brúk fyri. Seinni út á náttina, tosa vit um rem-svøvnin. Tað er serliga tann djúpi svøvnurin sum vit hava gott av. Tí er tað umráðandi at fáa hvíld fyrst á náttini. Og nei, tað er ikki nakað gott hugskot, at sovna framman fyri sjónvarpinum.

 

5. Heilivágur móti svøvnloysi gevur ikki góðan svøvn

Heilivági móti svøvnloysi, eigur man at halda seg langt burtur frá. Um tað av eini ella aðrari orsøk gerst neyðugt, so eigur  tað bara at gerast, í eitt styttri tíðarskeið – 7 til 14 dagar. Heilivágur móti svøvnloysi hevur stóra ávirkan á  heilan og nervalagið. Hjáárinini eru millum annað, at man hevur verri við at læra og at minnast, og man blívur lætt troyttur um dagin. Tann størsti vandin er, at man sera skjótt verður bundin av heilivági móti svøvnloysi.

 

6. Tað ber ikki til at snýta minnið

Kroppurin minnist, um hann ikki hevur sovið nóg mikið. Um tú eina nátt ikki hevur sovið nóg mikið, so er tað bara ein útvegur, og tað er at sova longri næstu nátt. Um tú hevur sovið lítið í fleiri nætur, so tekur tað tíð at gjalda svøvn-undirskotið aftur.

 

 Kelda: Tarja Stenberg, svøvngranskari

 

Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo