Hvat er vetrardepressión?
Um veturin, tá myrkur og illveður vitjar okkara klettar, so eru tað fleiri sum fáa somu sjúkueyðkennir, sum um ein var strongdur. Umframt at orsøkin kann vera mangul uppá D-vitaminir, tí vit ikki fáa nokk av sólstrálum, so kann tað eisini vera vetrardepressión - tí vit ikki fáa nokk av dagsljósi.
Vetrardepressión kann ein fáa, tá heystið byrjar og depressiónin kann vara heilt út á várið.
Ein blívur fyrst fremst troyttur, og hevur onga orku - og hevur ein eina varandi kenslu av, at vera keddur. Ein fær eisini størri hug at eta, her serliga tað søta, samstundis sum ein ynskir bara at sova.
Tøl úr Danmark vísa, at uml. 5% av dønum líða av vetrardepressión, men kanningar vísa eisini, at 2/3 av dønum, inn í millum, føla seg troyttan av vetrinum, kuldanum og myrkrinum. 75% av teimum sum fáa vetrardepressión eru kvinnur.
Longur suður ein fer, færri eru tey sum fáa vetrardepressión. Í londunum runt Miðalhavið, kennir eingin til hetta fyribrygdi. Longur norður ein kemur, fleiri eru tey sum fáa vetrardepressión. Í Alaska hava uml. 10% av fólkinum vetrardepressión.
Hvat er orsøkin til vetrardeprissión?
Høvuðsorsøkin til vetrardepressión, er at vit ikki fá nokk av dagsljósi um veturin. Men kanningar vísa eisini, at samanhang er millum kulda og vetrardepressión.
Sjálvt um granskarar ikki hava prógv fyri tí, so er nógv sum talar fyri, at menniskju sum hava vetrardepressión mangla signalevni serotonin. Orsøkin til at granskarar halda tað, er at sjúklingar sum taka heilivág (SSRI præparatir) ímóti depressión, ikki føla vetrardepressiónina so tyngjandi sum áðrenn.
Kanningar vísa eisini, at um ein tekur aminosyruna tryptofan, sum er grundarsteinurin undir serotonin, burtur úr kostinum, blíva rasskir vetrardepressiónsjúklingar sjúkir aftur. Trypofan er í proteinríkum kosti, t.d. í kjøti og bønum. Ein kann tó ikki viðgera vetrardepressión við kosti einans.
|