Virðing er ikki nakað, sum vit kunnu krevja av øðrum.
Tað eru tað tíverri nógv sum halda. Nøkur krevja virðing av starvsfeløgum, maka, børnum og sínum vinum. Av tí at virðing ikki er nakað sum tú kann krevja av øðrum, so virkar tað eisini løgi um onkur sigur við teg: “Tú skal vísa mær virðing!” Og enn løgnari hevði tað ljóðað, um tú svaraði: “Ok. Eg skal virða teg øgiliga nógv!”
Mangan verður sagt, at virðing er ikki nakað sum vit kunnu krevja – virðing er nakað vit fáa. Og at vit fáa ikki hesa nógv eftirspurda gávu, um vit ikki hava uppiborið hendan heiður.
Tað er kanska nakað um tað, men eg haldi at tað stingur djúpri enn so.
Tá tú t.d. verður virdur av tínum starvsfeløgum, so er tað ikki beinleiðis fyri tað tú ger ella sigur. Tað er fyri tey virðir sum tú svarar fyri, og sum eru við til at mynda teg sum tann persónur tú er. Sjálvandi krevur tað eisini, at tú er trúgvur ímóti tínum egnu grundleggjandi virðum.
Vit vita ikki altíð, hvør tað er sum virðir okkum, og fyri hvat. Vit kunnu bara gera okkara besta, og vera trúgv móti teimum virðum, sum vit svara fyri.
Virðing er eitt herðaklapp frá øðrum, fyri tann máta vit eru uppá. Og um vit uppliva at fáa hesa virðing, so skulu vit avgjørt taka í móti hesum heiðri, júst sum vit taka ímóti einari gávu.
Virðing kemur, tá vit minst vænta tað. Tá vit eru upptikin av tí vit gera og arbeiða við, og ikki upptikin av hvat onnur halda vit gera.
Og at enda: Tað er sera torført at fáa virðing, um ein ikki virðir seg sjálvan !
Nøkur góð ráð, fyri at fáa virðing:
Tosað við onnur menniskjur, um tað íð hevur týdning fyri tey, og ikki bara um alt tað sum hugtekur teg.
Tosað heldur um tað sum onnur gera gott, enn tað sum tey gera skeivt.
Vís áhuga fyri virðunum hjá øðrum menniskjum. Tað sum tey svara fyri, og tað sum tey halda er umráðandi, og lat vera við at siga teimum, hvat tey heldur skuldu gjørt.
Lurta og spyr heldur fleiri spurningar, og vís á tann hátt virðing og áhuga fyri øðrum, heldur enn at koma við tínum egnu kontantu meiningum.