Tað er eitt orð sum hevur eina slíka kraft og megi, at tað veruliga kann broyta lívið til tað betra. Um tú ynskir at fáa meira lívsgleði og meira orku í lívinum, so er tíðin komin at brúka hetta orðið nógv meira.
Orðið talan er um, er sjálvandi orðið: TAKK
At vísa takksemi er sera lætt. Um tú ert takksamur, so vilt tú fáa meira eydnu og meira gleði, líka mikið hvar tú ert, ella hvat tú ger. Um tú vísir takksemi hvønn dag, so verður tú bilsin yvir, hvussu nógvar góðar og vakrar gávur, lívið fer at geva tær.
Í øldir hava vís menniskju tosað og skrivað nógv um takksemi. Hvør einasta religión tosar um hvussu umráðandi tað er at takka. Allir andaligir leiðarar tala um takksemi, og um hvussu týdningarmikið amboð takksemi er, fyri at fáa eitt betri lív.
Stórir leiðarar, vísmenn og onnur sum hava slóðað vegin framman fyri okkum, hava eisini víst á, hvussu umráðandi tað er at vera takksamur. Tað verður sagt um flogvitið Albert Einstein, at hann segði takk fleiri hundrað ferðir um døgnið.
Men hvussu ber tað til at orðið TAKK hevur so stóra ávirkan á okkum og okkara lív?
Fyri tað fyrsta, so er tað ógjørligt at vera negativir, tá ein sigur takk. Ein kann ikki hugsa tvey ting í senn, so í tí løtu tú sigur takk, so hugsar tú í hvussu er ikki nakran negativan tanka.
Vit velja hvat vit hugsa, og vit blíva tað vit hugsa. So um tú velur at hugsa jaliga og er takksamur, so hevur tú tikið eitt avgerandi fet, at koma nærri tíni eydnu og tínum dreymum.
Tá tú ert takksamur, so spreiðir tú jaliga orku rundan um teg, og slíkum menniskjum vilja onnur hjálpa, stuðla og fylgja, og so hevur ein uppaftur meira at vera takksamur fyri.
Sjálvandi eru tað fleiri menniskju sum bara á yvirflatuni eru takksom. Um ein veruliga ynskir at føla brúsandi orku og lívsgleði, so skal ein virkuliga meina alt tað ein er takksamur fyri.
Men hvussu kann man vísa takksemi?
Tað er sera lætt. Tá tú vaknar um morgunin, brúka so nøkur fá sekund til at hugsa um alt tað tú eigur at vera takksamur fyri. Tá tú fer úr songini og setur føturnar á gólvið....hugsa ella sig: YES....eg eri á lívið...enn ein góður dagur.
Og áðrenn tú leggur teg at sova, hugsa um alt tað góða tú hevur uppliva gjøgnum dagin. Gleð teg yvir at tú hevur eina familju, at tú ert frískur, at tú hevur arbeiðið, at tú hevur tak yvir høvdið. Tað er ein góður máti at enda dagin uppá.
Sjálvt um tað eru dagar, har tú hugsar at lívið er hart, so er tað altíð okkurt tú kann takka fyri. At tú hevur klæðir, at tú ert mettur...o.s.fr.
Ver takksamur fyri sólina, himmalin, fuglarnar, grasið, blomstrini...ja sjálvt regnið. Nær sært tú teir størstu fossarnar og tann vakrasta ælabogan? Jú tað er tá tað er regn.
Ver takksamur fyri at tú kanst hugsa og tosa. At tú kanst smíla og flenna. Ver takksamur fyri at tú kanst anda og at tú livur. Ver glaður fyri at tú ert TÙ !
Størsti kunsturin er at vera takksamur fyri tey smáu tingini í lívinum. Tí sær man tað vakra í tí smáa, so kanst tú ímynda tær hvussu sterk kenslan er at síggja tað vakra í tí stóra.
Steðga eitt lítið bil við at lesa hetta. Lat eyguni aftur og brúka bara ein minutt, at hugsa um øll tey góðu tingini sum tú ert glaður fyri eru ein partur av tínum lívi. Blunda og hugsa. Tá ein minuttir er farin, og tú hevur hugsað um alt tað tú ert takksamur fyri....sig so hart....1000 takk fyri !!!
Følir tú ikki eina góða kenslu nú? Orðið takk, hevur longu gjørt eitt nýtt spor í tínum heila. Eitt spor til ein góðan og jaligan tanka. Um tú blívur við at venja teg við at takka, so blívur hetta sporið djúpri og djúpri. Hesin góði tanki, steðgar ikki í heilanum. Hann spreiðir seg niður í búkin, og blívur til eina heita kenslu, sum fær teg at føla orku og gleði. Tú fer at føla frælsi, opinleika og kærleika. Kenslan fer víðari út í kroppin hjá tær, og tú fer at føla teg frískan og spelknan. Og blívur tú við at vísa takksemi, so fer tað at síggjast á tíni atferð. Familja, maki, vinir og starvsfelagar fara at síggja tað á tær. Ja, tú fer at fáa eitt vakrari lív.
Eingin sigur at hetta er lætt. Hetta krevur at tú venur dagliga. Tað snýr seg um at gera nýggj spor í heilan. Men brúkar tú uml. 10 minuttir hvønn dag, so fert tú at síggja eitt jaligt úrslit heilt skjótt. Meira takksamur tú blívur, sterkari vilt tú føla styrkina í hjartanum. Og tú fer at fáa eitt lív við størri lívsgleði.
Byrja í kvøld tá tú leggur teg....takka fyri alt tú ert vælsignaður við, og minst til eisini at gera tað í morgin.
Takk fyri, at tú las hesar reglur