/ Út við Strongd - Inn við Lívsgleði

Út við Strongd - Inn við Lívsgleði

Út við Strongd - Inn við Lívsgleði er eitt tiltak, sum er ætlað fyritøkum, virkjum og stovnum í Føroyum, sum síggja týdningin at hava frísk og væl uppløgd starvsfólk.   

Stóran týdning fyri arbeiðsplássið  
Tað er einki at ivast í, at Strongd og Lívsgleði hava nógv at siga fyri fyritøkur – bæði hvussu ein fyribyrgir og taklar strongd, men eisini hvussu ein arbeiðir við at fáa eitt gott arbeiðsumhvørvi. Fyritøkur og stovnar sum hava starvsfólk, sum útstrála lívsgleði, og hava ein jaligan hugburð, hava færri sjúkradagar og betri trivnað.  

 Strongd kostar arbeiðsplássinum
Strongd er blivin ein fólkasjúka. Nýggjar kanningar vísa, at 4. hvør dani hevur vitjað lækna viðvíkjandi strongd. Tað er ymiskt hvør keldan til strongdina er, men tá eitt menniskja verður strongt, so rakar tað bæði arbeiðsplássið og familjuna. Um keldan til strongd stavar frá arbeiðsplássinum, so er umráðandi at man á arbeiðsplássinum tosar opið um tað, og ger nakað við støðuna – ÁÐRENN hetta verður ein trupulleiki. Tí í síðsta enda er tað altíð fyritøkan sjálv, sum má galda prísin fyri at hava strongd og illa uppløgd starvsfólk.

Í fyrilestrinum verður komið inn á: hvat munurin millum positiva og negativa strongd er; hví vit fáa strongd; strongd á arbeiðsplássinum; likamlig og sálarlig tekin uppá strongd; fylgjur av at liva við strongd; viðgerð av strongd; sjálvsálit og sjálvsvirðing, umframt nøkur góð ráð og amboð at arbeiða við.    

Lívsgleði smittar – bæði kundar og starvsfólk

"Born to be alive" er ein jaligur og undirhaldandi fyrilestur, sum avgjørt er ein góður mótpolur til strongd. Í fyrilestrinum verður komið inn á: hvat lívsgleði er; innaru- og uttaru virðini; um at lívið er ein gáva; hvussu vit venja okkum við broytingar; um tankar og dreymar; virðir og trúgv; mál og fokus; avbjóðingar og ótta; um at læra seg at hugsa jaligt; at njóta sansirnar og útstrála gleði, og um at liva her og nú. Eisini verður komið inn á, hvussu stóran týdning lívsgleði og frískur hugburður hevur fyri fyritøkur.  

Samband við okkum
Um títt arbeiðspláss gongur við tonkum um at taka av okkara tilboði, so eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum. So kunnu vit í felag finna út av, hvussu vit á bestan hátt samskipa tiltakið. Møguleiki er, at vit koma á tykkara arbeiðspláss, men vit hava eisini hølir í Klaksvík, sum hava røttu karmarnar til slíkt tiltak. Ring 525 525 og hoyr nærri.

 

 

 

Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo