Hvørju eru vit / Áskoðan

Áskoðan

Av tí at kappingin er hørð, og kundar krevja betri og betri kundatænastu, so hevur tað sera stóran týdning at hava fokus á, hvussu tænastu- og sølufólkini best taka í móti kundanum. Bæði hvussu starvsfólkini samskifta við kundan, og hvussu kundin verður avgreiddur.

Hvat er Áskoðan?
Áskoðan er ein skipan, sum gevur fyritøkunum eina gjølla vitan um hvar fyritøkan liggur innan kunda tænastu og sølu. Fyritøkan kan nýta hagtølini, sum hon fær fra skipanini/kundunum, sum eitt konstruktivt amboð, og á tann hátt, javnan betra um tænastuna, har tað haltar.
 

Hagtølini eru eisni ein motivatiónsfaktor, tá talan er um at motivera starvsfólkini, tá talan er um at hava høgt tænastustøði.
 
 
Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo