Seinastu fólkini fóru úr Skarðsbygd í 1917. Orsøkin til tess var, at bygdin bleiv sera hart rakt av skaðadegnum 23. desember 1913, har ið tríggir bátar og 19 mans gingu burtur. Ein bátur úr Norðdepli, ein úr Kunoy og ein av Skarði, har 7 mans ikki komu aftur.
Túrurin, sum vit skipa fyri, er við undirhaldandi og løttum ferðaleiðara, sum er vælvitandi og góður frásøgumaður.
Um tit ynskja at krydda túrin við fleiri upplivingum, so hava vit eina viftu av møguleikum.