Floksmenninir

Hálvdan Úlvsson, Høgni Nev og Rógvi Skel vóru ættaðir úr Hattarvík á Fugloynni og vóru búrkroppamenn. Teir ferðaðust runt allar Norðoyggjar við teirra serkenda báti - svartur øðrumegin og hvítir hinumegin. Á ferðum teirra rændu og drupu teir frá hond. Hesir menn blívu kallaðir Floksmenninir. Ein 4. var eisini við teimum og var hansara navn Sjúrður við Gellingará. Søgan um Floksmennirnar er bergtakandi og áhugaverd og hvar aðrastaðni kann man hoyra hesa mergjaðu søgu, enn á Fugloynni.

Vit bjóða ein spennandi og øðrvísi túr út í Fugloynna, har tit millum annað koma a hoyra søguna um Floksmenninar, men eisini aðrar søgur.

Vit koma eisini at ganga millum bygdirnar Hattarvík og Kirkju og uppliva og síggja alt tað vakra hendan oyggj hevur at bjóða.

Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo